Í síðstu viku var leikurin “Løsrivelsen” eisini róptur “Loysingin” at síggja í Norðurlandahúsinum. Spurningurin um loysing frá Ríkisfelagsskapinum hevur altíð fylt nógv í føroyskari søgu og stríðið um at gerast sjálvstøðug tjóð. Eitt viðkvæmt politiskt men somuleiðis persónligt evni.
- Vit vóru møtt við nógvari tøgn, sigur Mariann Hansen, ið spælir ein av teimum fýra leikarunum í leikinum og umboðar føroyska sjónarmiðið.
Talan er um danska pallistabólkin PARADOX, ið hevur gjørt leikin. Leikstjórar eru íslendski Egill Palsson og danski Daniel Wedel. Leikurin er eitt samstarv millum yrkislistafólk í øllum norðanlondum og somuleiðis leikbólkin, Norðurlandahúsið (FO), Katuaq (GL), Kolding Egnsteater og Odense Teater (DK).
Bólkurin granskar nú hvørjar kenslur liggja handan ynskið um sjálvstýrið, og hvat loysingin fer at merkja - um loysing kemur - fyri bæði tann einkulta og fyri sjálvsfatanina hjá londunum, ið eru partur av Ríkisfelagsskapinum.
PARADOX - í eini roynd at lýsa politiskt viðkvom evni
PARADOX er ein danskur leikbólkur, ið ger sansaligan og hvassligan dokumentarsjónleik í Danmark. Tey lýsa ofta politiskt viðkvom evni, ið fylla bæði í danska- og altjóða samfelagnum.
PARADOX hevur áður framleitt leikir sum Welcome to Denmark um danskan asylpolitik, ROMA um romair í Skandinavia og Fake News um miðlar, journalistik og demokrati.
Tey fara nú undir at kanna, hvat loysingin fer at merkja - um hon kemur.
Loysing kemur - nú skulu vit fyrihalda okkum til tað
Nú setur leikurin “Løsrivelsen” orð á ávirkanina sum loysing frá Ríkisfelagsskapinum møguliga hevði havt á nútíðarsamfelagið á ein øðrvísi hátt.
- Leikurin tekur útgangsstøði í loysing frá Ríkisfelagsskapinum. Vit hoyra søguna frá øllum teimum trimum londunum, nemliga Danmark, Føroyar og Grønland. Vit fara í leikinum fram í tíðina. Árið er 2033 og vit hoyra um tann uppspuna dagin, tá Grønland og Føroyar loysa frá Danmark. Sum miðpunkt í leikinum eru tríggjar kvinnuligar sjónvarpsvertinnur úr hvør sínum landi, sum skulu viðmerkja og stýra degnum. Vit síggja hvussu ein møgulig gongd av degnum, tá ið loysingin hendur, kundi farið fram. Vit síggja evnið í einum størri høpi. Hetta er á onkran hátt eitt stórt frælsi at geva leikinum, og man sleppur at nema við evnið á ein nýggjan hátt. Tí vit tosa ikki búskaparliga ella politiskt. Vit fáa kenslurnar uppá spæl, sigur Mariann Hansen.
Hevði ikki givið meining uttan at umboða øll
Ríkisfelagsskapurin tekur útgangsstøði í Danmark. Føroyar og Grønland virka sum sjálvstøðug lond, men kjarnan er tó Danmark. Tó hoyra vit í leikinum um ymisku sjónarmiðini hjá londunum, og síggja og merkja stríðið sum føroyingurin, grønlendarin og útlendingurin, ið samtíðis er búsitandi í Danmark, kenna, í vón um at vara egnan samleika og egnu mentan. Tey føla eitt slag av manglandi viðurkenning og fatan frá danskarinum. Her tekur stríð seg upp í vón um at skilja hvønn annan, og hvar ið tey øll koma frá.
- Í einum slíkum leiki sum hesum er tað týdningarmikið at síggja øll. Um vit t.d. bert hoyrdu søguna hjá danskarinum, hevði tað ikki kenst líka veruligt, sigur Henriette Rosenbeck, ið bæði er samskipari av PARADOX og ein av teimum fýra leikarunum í leikinum, ið umboðar danska sjónarmiðið.
Eg vil ikki spæla tann óndi danskarin
Í leikinum hoyra vit m.a. søguna hjá sokallaða “danskaranum." Um tankarnir og hugsanirnar aftanfyri Danmark sum ein máttmikil tjóð, søguna frá byrjan til enda og tann stoltleikan men samtíðis byrðuna og skommina, ið ein kann kenna sum danskari, tá ið tosað verður um Ríkisfelagsskapin.
- Danmark verður ofta myndað og sæð útífrá sum hetta glaða og undurfulla landið. Vit hava eitt væl virkandi vælferðarsamfelag, og alt er gott. Tó hevur tað ikki altíð verið so, sigur Henriette.
Loysing er ikki nakað man tosar um í Danmark.
- Loysing er ikki nakað man tosar um í Danmark. Tað er eitt ógvuliga viðkvæmt evni. Tað kennist sum, at fólk á onkran hátt ikki halda tað vera viðkomandi ella týdningarmikið. Tey royna at skumpa tað burtur. Í fleiri førum er tað óvitni, men samtíðis ofta eitt slag av skomm, heldur Henriette áfram.
Tey hyggja nú aftur á søguna. Alt hevur kanska ikki altíð verið so undurfult.
- Alt í leikinum er útífrá veruligum hendingum. Og eg haldi allar hendingarnar og senurnar eru líka týdningarmiklar at vísa á, fyri at skilja heildina, sigur Henriette.
Vit hyggja aftur á nógvar meiri óhugaligar hendingar, har ið Danmark hevur spælt ein stóran leiklut. Har er ein sena, har ið vit síggja eina sokallaða menniskjafrumsýning. Hesar frumsýningar hava áður tikið seg upp í Grønlandi. Í senuni í leikinum verða føroyingurin, grønlendarin og útlendingurin, ið samtíðis er búsitandi í Danmark, sýndir fram av danskarinum, og gjøldur verður gjørdur burturúr teirra útsjónd og máli. Tað sæst týðiliga á teimum, at tey halda tað verða ódámligt.
-Tað var ógvuliga óbehagiligt og undarligt á onkran hátt at spæla danskarin, serliga í hesari senuni, sigur Henriette.
Senan heldur áfram inntil danskarin brýtur sín leiklut og gongur mótvegis einu síðuni av pallinum, tí tað gerst ov mikið. Hon rópar síðani; “eg vil ikki spæla tann óndi danskarin.” Síðani bróta hini trý sín leiklut og tey skeldast øll sínámillum. Útlendingurin gerst uppøstur, og verður keddur og skuffaður um, at tey skulu steðga upp, og ikki ynskja at síggja hansara søgu og sigur, at hon er akkurát líka týdningarmikil. At tað ikki er synd í danskarinum.
- Sjálvt um tað kennist óhugaligt at spæla tann óndi danskarin, haldi eg hetta verða ein týdningarmikil søga at vísa á. At á onkran hátt læra at skilja hvønn annan. Eingin kennir til ræðuleikanir og søguna um Danmark sum hjálandaveldi. Tað eru somuleiðis nógvir danskarir, ið hava sera lítla vitan um føroyska og grønlendska mentan. Man lærir ikki nakað serligt um tað í skúlanum, sigur Henriette.
Verður nú sagt alment
Frumframsýning var í Nuuk í Grønlandi tann 4. juni. Síðani hevur leikurin verið sýndur í Keypmannahavn og at enda í Føroyum. Ætlanin er aftaná summarfrítíðina at hava fleiri sýningar í Danmark.
- Øll tey støðini, ið vit hava verið, hevur tað verið blandað móttøka. Tað kennist á onkran hátt sum leikurin umrøður eitt evni, sum hyggjararnir áður hava tosað um sínámillum, men ikki hevur verið umrødd í almenna rúminum. Hetta verður tað nú. Tað er bert gott, tí tað meinast, at vit flyta uppá okkurt, sigur Mariann.
Møtt við nógvari tøgn
Spurningurin um loysing frá Ríkisfelagsskapinum hevur altíð fylt nógv í føroyskari søgu og stríðið um at gerast sjálvstøðug tjóð.
- Vit hava verið møtt við nógvari tøgn. Eg trúgvi, at hetta er tí, at fólk ikki megna ella tora at taka kjakið upp. Tey hugsa tað verða óviðkomandi. Men veruleikin er, at vit mugu fyrihalda okkum til evnið á onkran hátt. Tí hvørji eru vit? Vit eru øll vinir, foreldur, systrar, beiggjar og eru knýtt at hvørjum øðrum millum lond á onkran hátt, sum vit mugu læra at liva við, sigur Mariann.
- Eg veit ikki, um eg haldi, at vit skulu loysa frá Ríkisfelagsskapinum. Tað er ikki so svart og hvítt. Fyri meg er tað týdningarmikið sum einstaklingur at verða sjálvstøðugur, javnsettur og at viðhalda okkara samleika sum tjóð. Tó kann tað hugsast, at vit samtíðis við at verða partur av Ríkisfelagsskapinum, kunnu gera hetta. Tað eru bæði fyrimunar og vansar, sigur Mariann at enda.