Ongi úrslit

Leikur og leskiligur biti á Eðge í Mikladali

Komið og njótið blíðskapin á Eðge í Mikladali í summar. Fá eina heildaruppliving, stórsligna náttúru, leskiligt ábit og leik um kópakonuna. Til ber at spáka sær ein túr oman á helluna at síggja standmyndina av kópakonuni, sum er rúnabundin til ævigar tíðir

Tíðindaskriv
24. juli 2021 kl. 13:01

Eðge er gamalt pakkhús, sum er bygt um til Kafe. Í kjallaranum er hugnaligt rúm, har leikurin verður framførdur. Pláss er fyri 30 áskoðarum.

Kópakonan – í øðrum hami.

Vit kenna øll søgnina um kópakonuna í Mikladali, vøkru havsins gentu, sum varð rænd ham sín og noydd at giftast mikladalsmanni. Øll hava eina ímynd av hvussu hamurin sá út, kistan og lykilin.

Í søgukjallaranum á Eðge verður søgnin fortald á kenslubornan hátt. Søgugongdin er samantvinnað við persónligari frásøgn við eskimoiskum ísletti, har alt verður knýtt saman við stemningsfullum tónleiki.

Handrit og leikari: Eyð Matras

Tónleikur og tónleikari: Magni Husgaard

Leikstjórn: Sigrún Valbergsdóttir.

Busssambandið er gott, so ikki er neyðugt at hava bil við í oynna.

Prísurin per fólk er 495,- krónur og við í prísinum er leskiligt ábit, áðrenn sýningina, meðan suppa og dessert fæst aftaná sýningina.

Leiktíðin er umleið 45 minuttir.    

Aldursmarkið er 10 ár.

Atgongumerki fæst á atgongumerkid.fo.

Les meira inni á Facebook-vanganum hjá Eðge her.

Mest lisið hesa vikuna

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

Í gjár kl. 16:10

Hon var til reiðar at taka sæti á tingi fyri at fella uppskot um fosturtøku

10. november kl. 17:23

Løgtingskvinna vil tálma kappbjóðingini tá ið bústaðir verða seldir

10. november kl. 09:01

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

9. november kl. 20:35

Tveir ungir bilførarar mistu koyrikortið á staðnum

7. november kl. 09:17

Avmakt er eisini makt – hesin veturin verður drúgvur

11. november kl. 06:48