Ongi úrslit

Leikari hjá Everton verður kannaður av løgregluni

Í gjárkvøldið bórust tíðindi, at ein leikari í Premier League varð handtikin fríggjadagin fyri misbrot móti barni. Stutt aftaná kom Everton við eini fráboðan á heimasíðu sínari

Sigurjón Einarsson
20. juli 2021 kl. 09:50

Enskir miðlar skrivaðu í gjárkvøldið um eitt løgreglumál, har ein Premier League-leikari varð handtikin av løgregluni fríggjadagin vegna misbrot móti einum barni.

Samstundis sum hetta kom fram, kom Everton við eini fráboðan á heimasíðu sínari, at felagið hevur fyribils bráðfeingis loyst ein fyrsta liðsleikara úr starvi, meðan kanningarnar hjá løgregluni fara fram, og at felagið ikki hevur fleiri viðmerkingar til málið í løtuni.

Viðkomandi leikarin varð handtikin av løgregluni í Stór-Manchester fríggjadagin, men er blivin leyslatin aftur móti veðhaldi.

Daily Mail skrivar, at leikarin er 31-ára gamal og giftur.

Aðrir enskir miðlar skriva, at leikarin er ein royndur landsliðsleikari og er vanliga at finna í byrjunaruppstillingini fyri lið sítt í Premier League. Miðlanir nevna tó ikki, hvat fyri leikara talan er um vegna løgfrøðiligar orsøkir.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

5. november kl. 19:45

Ung sangkvinna við serstakum gávum fær fíggjarligan stuðul

3. november kl. 13:59

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

Í gjár kl. 09:27