Badmintonsamband Føroya: Støðið á kappingini var høgt og stóðu føroysku leikararnir seg væl. Tey fingu fleiri góðar og tættar dystir. Heilt víst eitt gott vikuskifti fyri føroysku badmintonleikararnar.
Serliga væl gekk tað hjá Bjarnhild í Buð Justinussen. Hon var í hálvfinaluni í øllum greinum.
Í tvímansleiki spældi hon saman við Ranju Joensen - tær spældu eina sera spennandi hálvfinalu. Sum tær taptu 2-1.
Eisini í hálvfinaluni í blandaðum tvímansleiki, sum Bjarnhild spældi saman við Magnusi Dal-Christiansen, var ein tættur trýsettari, sum tey tíverri eisini taptu 2-1.
Í hálvfinaluni í einmansleiki gjørdi Bjarnhild bart og vann hana 2-0, og finaluplássið var tryggjað. Bjarnhild kempaði væl, men tryggjaði Føroyum silvurheiðursmerki. Eitt sera flott vikuskiftið fyri ungu klaksvíksdamuna.