Leigan á 31 nýggjum leiguíbúðum í Klaksvík ásett

Í sendingini Búskapur og Vinna í kvøld klokkan 21 verður menningin av leigubústaðarmarknaðinum umrøddur. Arnfinnur Gudjónsson, íløguleiðari í Lív, er gestur, har hann saman við vertinum Johnny í Grótinum fer at umrøða nýggju verkætlanina hjá pensjónsfelagnum Lív í miðbýnum í Klaksvík.

Johnny í Grótinum
23. oktober 2024 kl. 14:10

Á leigugrund frá Klaksvíkar Kommunu byggir Kanjon í løtuni ein íbúðarbygning við einum vinnuhøli í niðastu hædd. Talan er um 31 leiguíbúðir í trimum ymiskum støddum, sum fáa eina sentrala plasering í miðbýnum beint við síðuna av Biskupstorginum. 

Arnfinnur Gudjónsson, íløguleiðari í Lív, greiðir frá leiguíbuðarverkætlan teirra. 


Íbúðirnar væntast at vera klárar at flyta í á sumri 2026. Í sendingini avdúkar Arnfinnur Gudjónsson eisini, at Lív miðar eftir, at leigan tá verður ásett sum víst í talvuni niðanfyri. Hetta verður mett at vera ein kappingarfør leiga um 2 ár.

Stødd í fermetrum

Kømur

Tal av íbúðum

Mánaðarlig leiga (meting)

55

1

9

Kr. 7.500

75

2

11

Kr. 9.700

104

3

11

Kr. 11.900

Lív hevur gjørt arbeiðstøkusáttmála við byggifyritøkuna Kanjon um byggingina, sum í samstarvi við arkitektafyritøkuna SNA hevur ment verkætlanina saman við byggiharranum Lív. Í sendingini greiðir Arnfinn eisini frá, at tá leigan omanfyri er ásett, verður hædd tikið fyri, at pensjónsfelagið eisini fær eitt kappingarført avkast upp á alla íløguna. Á slíkum fastognum er vanligt, at eginognarparturin verður rentaður við áleið 6-9%. 

Lív hevur áður latið byggja 22 leiguíbúðir við Heimasta Horn, og byggir Lív eisini saman við Jóan Petur Vang í løtuni aðrar 33 leiguíbúðir í nýggjari útstykking á Hamrinum á Argjum. Saman við teimum 31 leiguíbúðunum í Klaksvík fer Lív sostatt at eiga og reka 86 leiguíbúðir. 

Í Føroyum hevur leingi verið eftirlýst, at føroysku pensjónsfeløgini tóku størri ábyrgd av at loysa tørvin á bústøðum, serliga leigubústøðum í størri nøgdum. Lív hevur soleiðis tikið fyrstu stigini á tí leiðini. Samlaða pensjónsuppsparingin í Lív er í løtuni áleið 6 milliardir krónur. Í sendingini upplýsir íløguleiðarin, at málið er seta áleið 5 prosent av pensjónsuppsparingini í leiguíbúðarbygningar. Sostatt kann væntast, at Lív fer undir fleiri slíkar verkætlanir. 

Selmar Nielsen, stjóri og arkitektur hjá SNA, verður eisini gestur í sendingini, har hann fer at greiða frá støðuni í arkitektavinnuni og nýggjastu verkætlan teirra við at umskapa Læraraskúlan á Frælsinum til universitetsbygning hjá Fróðskaparsetrinum. 

Sendingin Búskapur & Vinna verður at síggja í Televarpinum í kvøld klokkan 21 – aftaná flogbóltin. Eisini verður sendingin tøk á heimasíðuni hjá Televarpinum saman við hinum 28 sendingunum í komandi viku, www.tv.fo.