Leiðin úr fátækradømi gongur ígjøgnum køkin

Í Kolumbia uppliva familjur í túsundatali í løtuni, at ein nýggjur køkur bøtir um bæði heilsuviðurskifti og lívsgóðsku

Thomas Gringer Jakobsen og Lív Reynheim
25. mai 2018 kl. 11:01

Ein virkisætlan, ið skal basa fátækradømi, er nýligani sett í verk í Kolumbia. Í hesum sambandi er stjórnin í landinum farin í holt við at umvæla bústaðir hjá umleið 50.000 fólkum, ið liva undir hungursmarkinum. Útvaldu familjurnar fáa millum annað fígging til ein nýggjan køk.

ST-felagsskapurin UNOPS hevur ábyrgdina av umvælingunum, og tey hava millum annað verið á gátt hjá Mari Luz Pérez og familju hennara, ið eru búsitandi í býnum Luruaco í norðara partinum av Kolumbia. Familjan er sera fátæk og arbeiðir alt samdøgrið við at fiska og síðani selja fiskin. Lítla familjufyritøkan selur dagsins fong til fólk í grannalagnum, og vegna nýumvælda køkin, hevur sølan tikið dik á seg í seinastuni.

Mari Luz greiðir frá, í hvønn mun nýggi køkurin bæði gagnar kundunum og heilsuni hjá familjuni: “Nú tíma kundarnir betur at keypa fisk frá okkum, tí teir vita, at maturin er viðgjørdur í einum reinum og nossligum umhvørvi. Fyrr skriðu bæði kakkulakkar og mýs runt inni í køkinum, og av tí at veggirnir vóru gjørdir úr turkaðari móru, var ógvuliga støvut eisini.” 


Broyting sæst beinanvegin

Familjur í túsundatali uppliva somu menning, sum Mari Luz í løtuni. Kolumbianska stjórnin leitar upp fólk, ið hava serligan tørv á einum betri bústaði. Familjan fær síðani umleið 3.000 dollarar at byggja fyri, og harafturat fáa tey vegleiðing frá einum verkfrøðingi og einum sosialráðgeva til umvælingina. Eitt nú eru mong, ið velja at umvæla køkin, vesið, takið ella gólvið. Tá ætlanin er viðtikin, tekur umvælingin umleið fýra vikur at fremja.

Í sambandi við verkætlanini verða gomlu móruveggirnir í fátæksligu heimunum skiftir út við múrsteinar. Ístaðin fyri ein eldstað fáa familjurnar ein gasskomfýr, ið einki skaðiligt útlát hevur, og oman fyri køksvaskið verða flísar av steini, ið eru lættir at gera reinir. Harumframt fáa tey ein tanga, ið kann nýtast at savna reint regnvatn við. Og í eini tjóð, har næstan helmingurin av íbúgvunum livir fyri minni enn tíggju krónur um dagin, ger ein nýggjur køkur sítt til at betra um bæði heilsuviðurskifti og lívsgóðsku.