Leicester: Fýra fólk dripin í spreinging

Fýra fólk vórðu dripin, tá ein bumba sprongdi í einum handli í býnum Leicester í Onglandi, tað...

Elisa Vang
26. februar 2018 kl. 11:08

Fýra fólk vórðu dripin, tá ein bumba sprongdi í einum handli í býnum Leicester í Onglandi, tað skrivar BBC News á heimasíðu sína.

Íbúgvar søgdu seg hava hoyrt "eitt brak, sum ein jarðskjálti", tá bumban brast á Hinckley Road umleið klokkan 7 í gjárskvøldi.

Løgreglulið hava boðað frá, at fýra onnur fólk eru innløgd á sjúkrahúsi, har av ein við álvarsligum løstum.

Sambært Shane O´Neill, løgregluovasta, er møguleiki fyri, at enn fleiri fólk eru saknaði, og bjargingarlið halda fram við rannsakanini í dag, mánadag.

Sum nú er, verður spreingingn ikki sett í samband við yvirgang, legði hann aftrat.

Í bygninginum var ein handil á gøtuhæddini, og ein íbúð í tveimum hæddum uppi yvir.

Sambært vitnum, var talan um eina pólska sølumiðstøð.

Líkini av fýra fólkum vórðu funnin, tá leitað varð í bygninginum, segði Matt Cane, liðleiðari í brandstøðini í Leicestershire.

Hann legði aftrat, at enn varð leitað eftir fólki í leivdunum frá spreingingini.

"Tá tú hyggur eftir myndunum av bygninginum, tykist tað ógvuliga sannlíkt, at finna nakran, men vit leggja alla okkara orku í leitiarbeiðið", segði Matt Cane.

 

Kelda: BBC News