Leicester fekk stig í móti Tottenham í PL-comeback
Stigini vórðu deild tá Leicester tók í móti Tottenham í gjárkvøldið
Ragnar Sjúrðarson
20. august 2024 kl. 11:10
Dysturin millum upprykkjararnir úr Leicester og Tottenham endaði 1-1 í einum dysti, har Leicester málverjin, Mads Hermansen, var stórspælandi.
Danski málverjin helt heimaliðið í dystinum við fleiri bjargingum, áðrenn royndi Jamie Vardy í seinna hálvleiki skoraði fyri Leicester.
Í fyrra hálvleiki hevði Pedro Porro lagt gestirnar á odda.
Tottenham var greitt omaná allan dystin, og jagstraði sigurin ímóti endanum. Leicester megnaði kortini at vinna sær eitt stig, í dystinum har ensku meistararnir frá 2016 vendu aftur til bestu deildina í Onglandi.