Leggur uppskot um fría fosturtøku fyri Løgtingið

Samgongan vil hava fría fosturtøku upp til eitt ávíst mark, men undir serligum umstøðum ber til at fara út um mark

Áki Bertholdsen
8. januar 2024 kl. 15:01

Nú skulu vit hava fría fosturtøku í Føroyum. Tað ætlar samgongan og tí fer Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, nú at leggja uppskot um hetta fyri Løgtingið.

Eitt uppskot til nýggja fosturtøkulóg er í dag sent til ummælis hjá avvarðandi pørtum. Útgangsstøðið fyri lógini er, at í allar flestu førum kennir kvinnan sjálv sína støðu best og er sostatt best før fyri at taka avgerð um, hvørt hon skal hava fosturtøku ella ikki, sigur landsstýrismaðurin.

Sum nakað nýtt kann ein kvinna, sum er við barn, fáa fosturtøku, um inntrivið kann gerast áðrenn endan av 12. viku í viðgongutíðini.

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, sigur, at fleiri fyrimunir eru við ætlaðu lógini, tí við at staðfesta, at kvinnan sjálv kann taka avgerð um fosturtøku innan eina ávísa freist, verða allar kvinnur eins fyri lógini, og hetta er eisini við til at forða fyri, at kvinnur koma illa fyri av ólógligum og ótryggum fosturtøkum uttan vegleiðing frá lækna.

Ein kvinna, sum umhugsar fosturtøku, skal ikki verða einsamøll í støðuni, sigur Bjarni Kárason Petersen. Tí skulu kvinnur, sum umhugsa fosturtøku fáa tilboð um góða ráðgeving og vegleiðing frá fakfólki, soleiðis at tær kunnu taka eina væl grundaða avgerð um teirra støðu, á einum væl upplýstum grundarlagi.

Tað verður tó ikki eitt krav fyri at fáa fosturtøku, at kvinnan frammanundan hevur fingið ráðgeving.

Tað kunnu verða støður, ið gera tað neyðugt við fosturtøku eftir 12. viku. Fosturtøka kann í slíkum førum bara verða framd eftir ávísum treytum og við loyvi frá einum samráði, sum landsstýrisfólkið setir.

Við at seta eitt samráð verður tað eitt og sama ráð, sum kemur at meta um, hvørt treytirnar fyri at fáa fosturtøku eru loknar og um loyvi kann gevast til fosturtøku ella ikki.

Harvið verður siðvenja á økinum eins, og hetta fer at tryggja, at allar kvinnur eru eins fyri lógini. Eisini verða opinleiki og gjøgnumskygni tryggjað í mun til tær avgerðir, sum verða tiknar í samráðnum.

Endamálið er, at dagføra lógarkarmarnar viðvíkjandi fosturtøku í Føroyum, so teir verða meira tíðarhóskandi, og at tryggja, at allar kvinnur eru eins fyri lógini. Galdandi lóg er ógreið og elvir til ótryggleika, óvissu og ójavna, sigur landsstýrismaðurin.

Endamálið við uppskotinum er somuleiðis at hava fosturtøkutalið so lágt sum gjørligt. Dentur verður tí lagdur á at betra um møguleikarnar hjá kvinnum, sum umhugsa fosturtøku, at fáa viðkomandi ráðgeving frá fakfólki, eins og dentur verður lagdur á upplýsing og fyribyrging.