Leggur uppskot fyri Løgtingið so at føroyingar skulu gevast at roykja

Føroyar skulu hava sítt fyrsta roykfría ættarlið og tí verður byrjað við børnunum

Áki Bertholdsen
29. apríl 2024 kl. 09:30

Føroyingar skulu gevast at roykja. Tað er endamálið við einum uppskoti, Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, fer at leggja fyri Løgtingið - og tað verður væntandi í heyst.

Súsanna Bertholdsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hana, hvussu tað gongur við at seta tiltøkini í Krabbameinsætlanini í verk. 

Landsstýriskvinnan sigur, at tað er eitt arbeiði, hon er farin í holt við. Í krabbameinsætlanini eru seks tilmæli við tí endamáli at tálma royking og heilsuskaðiligu avleiðingunum av tí og landsstýriskvinnan sigur, at hon er farin undir arbeiði at seta tiltøk verk, sum liggja undir hennara málsøki. 

– Hetta arbeiðið er skipað í trimum pørtum: 

1) at fáa eina nýggja roykilóg; 

2) at seta fyribyrgjandi tiltøk í verk 

3) at fáa skipað tilboð um roykiavvenjing. 

Í hesum sambandi verður høvuðsdentur lagdur á, at fyribyrgja at børn og ung fara at roykja ella at nýta aðrar tubbaks- og nikotinvørur. Samstundis verður høvuðsdentur lagdur á at tryggja, at royking kki er partur av gerandisdegnum hjá børnum og ungum, umframt at vit fáa fleiri roykfrí umhvørvi. 

– Eitt av endamálunum er, at tey, sum eru eru fødd í 2015 ella seinni, skulu hvørki fara at roykja ella at brúka aðrar nikotinvørur og tubbaksvørur, sigur Margit Stórá

– Ætlanin við roykilógini er øll skulu hava ein lógartryggjaðan rætt til at liva og virka í einum umhvørvi, sum ikki er heilsuskaðiligt, leggur hon afturat. 

Í Krabbameinsætlanini verður staðfest, at royking er fremsta orsøkin til, at vit fáa krabbamein, og verða donsk tøl roknað um til føroysk tøl, doyggja 130 føroyingar um árið av royking.

Eitt tilmæli í krabbameinsætlanini er, at vit fáa eina nýggja roykilóg við tí endamáli at tálma royking og at fáa fleiri roykfrí øki.

Hetta kann røkkast við, at arbeiðstíðin hjá teimum, sum arbeiða við børnum og ungum, verður roykfrí. Tað eigur heldur ikki at verða loyvt at roykja uttandura á økinum hjá barnaansingarstovnum, skúlum, ítróttarøkjum og tílíkum. 

Tað eigur heldur ikki eigur at verða loyvt at roykja í húsum har børn eru í dagrøkt, stendur í Krabbameinsætlanini.  

Eitt annað tilmæli er, at tað ikki longur skal bera til at keypa tollfrítt tubbakk heimaftur við, tá ið vit eru uttanlands og ferðast. 

Somuleiðis verður mælt til, at prísirnir á sigarettum og tubbaksvørum verða hækkaðir alla tíðina.

Og harafturat verður mælt til, at talið á handlum, sum sleppa at selja tubbakksvørur, verður avmarkað. 

Tað merkir, at handlar skulu hava serligt loyvi fyri at selja tubbakksvørur og at vit fáa eina loyvisnevnd at umsita hesi loyvini, akkurát sum við skeinkiloyvum.

Í Krabbameinsætlanini stendur, at ein annar máti er at tubbakksvørur bara verða at fáa í Rúsuni.