Amerikanska kvinnan, Virginia Giuffre, ætlar nú at royna seg í rættinum móti Andrew prinsi, og sambært BBC hevur nú lagt sak móti bretska prinsinum í einum rætti í New York.
Virginia Giuffre var ein teirra, ið segði seg vera misbrúkta av Jeffrey Epstein, og í hesum sambandi vildi hon eisini vera við, at Andrew prinsur hevði gjørt seg inn á hana bæði í New York og í London.
Andrew prinsur var vinur hjá Jeffrey Epstein, og Virginia Giuffre vil vera við, at tá hon var 17 var hon offur fyri menniskjahandli, og at Andrew prinsur var ein teirra, ið gjørdi seg inn á seg.
Sambært BBC verður í sakarmálinum sagt, at Andrew prinsur hevði seksuella samveru við Giuffre uttan hennara samtykki, at prinsurin var greiður yvir, at hon einans var 17 ár, umframt at prinsurin eisini var greiður yvir, at hon var offur fyri menniskjahandli.
Andrew prinsur hevur allatíð noktað seg sekan og sigur seg ongantíð hava hitt Giuffre, sum tá æt Virginia Roberts.
Andrew prinsur hevur eisini sagt, at hann angrar, at hann hevði samband við Jeffrey Epstein.
Epstein varð skuldsettur fyri í fleiri førum at hava gjørt seg inn á gentur, ið vóru undir seksuellan lágaldur, umframt at hava framt menniskjahandil.
Jeffrey Epstein hongdi seg í einum fongsulskliva í New York í august í fjør.
Unnustan hjá Jeffrey Epstein, Ghislaine Maxwell, er eisini skuldsett í málinum, og hon kemur væntandi fyri rætt í november.