At danir avlívaðu 17 milliónir minkar vegna cluster fimm-variantin av koronu spann øði í sjónleikaran, ið spældi við nøkrum stríðs- og spenningsfilmum í 80-unum, Jean-Claude van Damme.
- Eg eri øgiliga keddur av hesum. Hetta er hópdráp, segði hann millum annað í videobrotinum, ið nú er burtur, har hann legði eftir dønum og donsku stjórnini.
Men so fekk videobrotið eina óvæntaða vend.
- Hetta sama landið drepur fleiri túsund delfinir hvørt ár, ljóðaði tað frá einum hørmum van Damme, meðan hann vísti myndir av grindadrápi her í Føroyum fyri sínum 28,3 milliónum fylgjarum.
- Danmark, halt uppat við tykkara drápi – tó at tit trúgva á náttúruna ella nakran Guð. Hetta er vitleyst, hvat vit gera móti djórum. Latum okkum gera okkurt við hetta blóðuga delfin drepandi Danmark, segði hann millum annað.
Hetta fekk nakrar av hansara fylgjarum, ið høvdu eitt sindur betri skil fyri landafrøðini, at undrast og seta spurningar við hesa útsøgn.
Sjónleikaran hevur eftir øllum at døma lurtað eftir sínum fylgjarum, og hevur valt at taka hetta videobrotið av sosialu miðlunum.
- Men, sigur hann.
- Óttist ikki! Eg havi tikið hetta videobrotið burtur, tí eg fyrireiki meg til eitt nógv sterkari video í okkara leitan at bjarga heiminum, skrivar van Damme á Twitter, uttan at koma við nærri frágreiðing, hví videobrotið er tikið burtur.
Hetta hevur fingið fleiri av hansara fylgjarum at seta seg við knappaborðið.
- Delfinir eru so penar og klókar! Hetta er hópdráp móti djórum! Vit mugu gera okkurt, sigur ein íðin fylgjari, ið tó verður settur uppá pláss av einum øðrum donskum Twitter-brúkara.
- Danmark ger ikki hesum djórunum skaða. Tað eru Føroyar, tú skalt lata tína vreiði ganga út yvir. Tað er ótrúligt, hvussu fólk kunnu blíva við at taka feil av hesum báðum londunum, sigur danski Twitter-brúkarin, ið sostatt hjálpir til við at fáa fokus flutt frá 17 milliónum dripnum minkum í Danmark og yvir til grindadráp í Føroyum.
Einki verður nevnt um tær millum 3.000 og 10.000 nísurnar, ið drukna vegna troling í donskum sjóøki hvørt ár.