Leon Johannesen: - Frælsur ítróttur nærkast einum sera høgum støði

Leon Johannesen er ein av heili 23 føroyskum íðkarum, sum hava megnað kravið, at koma við til kappingina hjá frælsum ítrótti á oyggjaleikunum

Ragnar Sjúrðarson
7. juli 2023 kl. 13:30

- Hvussu hava fyrireikingarnar verið til oyggjaleikirnar 2023?

 

Sum partur av fyrireikingunum nú áðrenn Oyggjaleikir hava vit øll verið í gjøgnum eitt doping skeið, fyri at tryggja at ongin luttekur, sum hevur dopað seg.

 Øll venjingin farnu tíðina hevur verið við oyggjaleikunum í huga. Sjálvur eri eg sprintari og tí havi eg ikki havt drúgvar, men heldur skjótar venjingar beint áðrenn Oyggjaleikir.

 

- Hvørjar vónir hevur tú til føroysku íðkararnir hjá frælsum ítrótti sum heild? 

 

- Eg skjóti uppá, at Jónas Isaksen setur seg aftur í flúgvaran við nøkrum heiðursmerkjum um hálsin. Vónirnar eru annars serliga góðar til okkara stafettlið bæði hjá kvinnum og monnum.

 

- Hvørji persónlig mál hevur tú til oyggjaleikirnar 2023?

 

- Mítt mál er at vinna heiðursmerkir í 4x 100 metri sprint og 4x 400 metrar. Vit hava hugt nærri at úrslitum frá farnu oyggjaleikunum og tað sær út til at eg havi ein góðan møguleika, at vinna heiðursmerkir á báðum stafettunum.

 

- Nú eru tit heili 23 íðkarar úr Føroyum innan frælsan ítrótt. Er hetta ein fyrimunur ella ein vansi?

 

Eg vildi sagt, at tað er ein greiður fyrimunur. Bæði tí man hevur fleiri at samskifta við, men eisini tí tað boðar frá góðum fyri frælsum ítrótti í Føroyum. At so nógv hava megnað kravið prógvar at vit eru ein ítróttargrein sum nærkast einum sera høgum støði í Føroyum.

.