Støðutalvan sigur, at Víkingur er á heiðursmerkjaplássi soleiðis, sum næstbesta liðið hjá Víkingi plagar at vera. Støðutalvan sigur, at næstbesta liðið hjá HB er á sjeynda plássi. Á tí plássinum endaði næstbesta HB liðið í fjør á.
Liðini hava dystast tvær ferðir fyrr í ár, og báður ferðir hevur Víkingur vunnið sannførandi sigrar – 4-0 í Gundadali og 4-1 í Sarpugerði.
Í dag var øðrvísi. HB vann 2-1 eftir málleysan fyrra hálvleik. Jón Steingrímsson setti hol á fyri HB. Tað var sjey minuttir eftir steðgin. Hetta var annað málið hjá Jón Steingrímssyni í næstbestu deildini. Tað fyrra skoraði 17 ára gamli Jón 18. august, tá ið HB á útivølli vann 3-1 ímóti B68. Í dag var Jón fyri 16. ferð í ár á næstbesta HB liðnum.
Tórur Frankson Joensen økti um munin í 71. minutti. Hann var í dag, sambært faroesoccer.com, fyri 88. ferð á næstbesta HB liðnum, og í dag var hann fyri aðruferð málskjútti. Fyrra málið skoraði hann fyri trimum árum síðani, tá ið HB á útivølli tapti 4-1 ímóti NSÍ.
Eitt korter var eftir, tá ið Víkingur minkaði um munin. Málskjútti var Óla Kristian Skála Jacobsen, sum var málskjútti fyri sættu ferð í ár, og sum er toppskjútti hjá Víkingi.
Merkisvert var tað, at Andreas Lava Olsen var á vøllinum fyrsta tíman. Hann hevur ikki verið á vøllinum síðani 21. apríl, tá ið Víkingur í kappingini um løgmanssteypið tapti 2-1 á heimavølli ímóti HB. Ta ferðina fór Andreas Lava Olsen skaddur av vøllinum, tá ið tað restaðu 20 minuttir, og ikki fyrr enn í dag – góðar fýra mánaðir seinni – var hann fyrstu ferð aftur á vøllinum.
Hóskvøldið fær Víkingur vitjan av NSÍ, og sama kvøld fer HB at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi.