Laurent Blanc venjari hjá Lyon

Lyon í Fraklandi boðar í kvøld frá, at felagið hevur sagt Peter Bosz úr starvi og í staðin sett Laurent Blanc sum venjara.

Katrin Erlendsdóttir
9. oktober 2022 kl. 21:17

Eftir 10 dystir hevur Lyon bert 14 stig og liggur tí á einum sjeynda plássi í bestu fronsku deildini, Ligue 1.

Hetta er ikki ein støða, sum siðvanda franska felagið kann liva við, og tí er venjarin Peter Bosz sagdur úr starvi, og við honum fara hjálparvenjari og kropsligur venjari sama veg, upplýsir Lyon á heimasíðuni í kvøld.

Í somu tíðindum boðar felagið frá, at Laurent Blanc er settur sum høvuðsvenjari komandi næstan tvey árini, fram til 30. juni 2024.

Laurent Blanc legði longu fótbóltskarrieru sína á hillina í 2003 eftir at hava verið í Manchester United í tvey ár. Fýra ár seinni varð hann settur sum høvuðsvenjari í franska felagnum Bordeaux.

Hann hevur síðani verið franskur landsliðsvenjari og verið venjari hjá PSG og AL-Rayyan í bestu deildini í Qatar. Har varð hann uppsagdur í februar mánaði, tí úrslitini hjá felagnum vóru ikki nøktandi. Seinastu tíðina hevur hann ikki verið í venjarastarvi.

Lyon spælir í morgin móti Rennes, sum í løtuni liggur á einum sætta plássi í Ligue 1.

Mynd: EPA