Danmark fekk einki val

Spæl dystin lidnan í kvøld ella í morgin klokkan 12. Tað vóru boðini til danska landsliðið, eftir at Christian Eriksen fekk hjartasteðg á vøllinum í gjár. Als ikki í lagi, sigur danska landsliðslegendan Michael Laudrup.

Katrin Erlendsdóttir
13. juni 2021 kl. 10:55

Tað vóru ikki mjúkir kostir, danska fótbóltslandsliðið fekk at velja ímillum í gjár, eftir at Christian Eriksen small niður í vøllin við hjartasteðgi í EM-dystinum móti Finnlandi í gjár. Antin skuldi dysturin spælast liðugt sama kvøld, ella skuldi hann setast á skrá klokkan 12 í dag. Tað vóru greið boðini frá UEFA.  

- Eg haldi tað vera skeivt at noyðast at taka avgerð so stutt eftir eina so kensluborna hending. Har skuldi man havt: Vit spæla ikki meira í kvøld, og so skulu vit nokk finna møguleikarnar seinni. Eg haldi tað tó vera ótrúliga flott, at spælararnir funnu yvirskotið at spæla, men teir fáa eitt val, sum ikki ordiliga er eitt val. Eg haldi, orsaka meg, ikki, at tað er eitt val, sigur danska landsliðslegendan Michael Laudrup við TV2.

Christian Eriksen fekk hjartamassagu og kom til vit aftur, áðrenn hann varð fluttur á Ríkissjúkrahúsið. Og eftir drúgvan, skelkandi steðg í Parkini varð fyrsti dysturin hjá Danmark og Finnlandi spældur liðugt við tí úrsliti, at donsku spælararnir ongantíð veruliga komu upp í gear og endaðu við at tapa 0-1.

Á máltalvuni tapti Danmark sostatt sín fyrsta EM-dyst, men tað leggja fá í, tí Christian Eriksen vann sín dyst og slapp frá skakandi hendingini við lívinum.