Ongi úrslit

Latínamerikanskir tónar í Keypmannahavn

Caramelo De Cuba og Linda Andrews framføra saman í Keypmannahavn

© Drop-inn
Jóhanna Højgaard
21 tímar síðan

Caramelo De Cuba og Linda Andrews framføra saman á Drop inn í Keypmannahavn tann 16. november.

Hetta verður ein seinnapartskonsert við heitum rútmum og vøkrum sangi.

Er ein staddur í Keypmannahavn 16. november klokkan 17.00, so er eitt upplagt høvi at fara til eina forvitnisliga konsert.

Tá fer kubanski klaverleikarin og Grammy-vinnarin Caramelo de Cuba og okkara føroyska songkvinna og X-factor-vinnari Linda Andrews á pallin saman á spælistaðnum Drop-inn í Keypmannahavn. Adressan er Kompagnistræde 34.

Har fara tey at leggja fram bæði upprunatilfar og tulkingar av kendum klassikarum – latnir í lekkrar kubanskar rútmur saman við vøkru, kraftmiklu sangrøddini hjá Lindu.

Talan verður um eina fantastiska seinnapartskonsert, har ið tú kanst hita upp mitt í novemberkuldanum og lata teg forføra av vøkru tónunum.

Tónleikarar:

Caramelo De Cuba

Linda Andrews

Yasser Pino

Yohan Ramon

Mest lisið hesa vikuna

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

5 tímar síðan

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Ein rópti rastistisk ókvæmisorð eftir løgreglufólki - og ein rætti teimum longutong

8. november kl. 10:06

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41