Latið okkum gevast við at sáa iva og ótta um Heilsuskúla Føroya

Ávaringarrópini um starvsfólkatrot eru ikki tikin í álvara. Vit hava ikki sitið hendur í favn og sovið í tímanum - men tað hava myndugleikarnir

Súsanna Bertholdsen
2. september 2024 kl. 22:00

Heilsuskúli Føroya varð staðsettur í Suðuroynni í 2000, og skúlavirksemið byrjaði í 2001. Virksemið á skúlanum er vaksið og hevur ment seg líka síðani, takkað verið leiðsluni og dugnaligu lærarunum, sum hava átikið sær nógv eyka arbeiði og uppgávur fyri at menna skúlan og fakliga støðið og víðkað um útbúgvingarmøguleikarnir; vit hava ikki sitið hendur í favn og sovið í tímanum.

Tað hava myndugleikarnir harafturímóti!

Ávaringarrópini um starvsfólkatrot innan røktar- og umsorganarøkini eru als ikki tikin í álvara, hóast hesi hava verið at hoyrt í nógv ár eftirhondini.

Einasta, sum hevur verið at hoyrt við jøvnum millumbilum, er eitt lítið grátikór úr høvuðsstaðnum, sum gevur staðsetingini av Heilsuskúla Føroya ábyrgdina fyri starvsfólkatrotið.

Seinasti, ið hevur meldað seg í grátikórið, er býráðspolitikkarin í Tórshavnar kommunu, Kári Johansen, sum hevur valt at brúkt staðsetingina av Heilsuskúla Føroya sum valagn.

Fyri mítt viðkomandi skeiklar tað av álvara trúvirðið, tá fólk eru so populistisk og ikki tíma at gera sær ómak at seta seg inn í viðurskiftini, sum tey ynskja at varpa ljós á.

Eisini vil eg nýta høvi at kunna Kára Johansen um, at Javnaðarflokkurin, sum vit bæði umboða, hevur samtykt, at Heilsuskúli Føroya er og verður staðsettur í Suðuroynni, so her eru eisini viðurskifti, sum Kári Johansen ikki hevur sett seg inn í.

Heilsuskúli Føroya hevur 72 næmingar tilsamans í løtuni. 28 námsfrøðihjálparanæmingar, 20 heilsushjálparanæmingar og 24 heilsurøktaranæmingar.

Kári Johansen kundi hóskandi heldur brúkt sína orku uppá at kanna, hví so nógvir heilsushjálparar og heilsurøktarar ikki trívast og støðast at starvast á eldraøkinum í Tórshavnar kommunu.

Hví varpar KVF ikki ljós á trupulleikan við starvsfólkatrotið frá ymiskum sjónarhornum?

Einki verður tosað ella skrivað um tey mongu, sum hava nomið sær útbúgving á Heilsuskúla Føroya, men sum ikki arbeiða innan økið.

Hví gera tey ikki tað?

Kann tað hugsast, at arbeiðsumstøðurnar eru ikki nóg góðar?

Verða starvsfólkini sædd, hoyrd og vird av øllum leiðsluløgunum?

Kann tað hugsast, at virðingin fyri hesum vitalu størvum er ov lág?

Hvussu er trivnaðurin hjá starvsfólkunum?

Hvussu er normeringin?

Tað er alt ov lætt og ábyrgdarleyst bara at melda seg í grátikórið, hvørs niðurlag bert snýr seg um, at staðsetingin av Heilsuskúla Føroya er høvuðsorsøkin til starvsfólkatrotið innan røktar- og umsorganarøkini.

Starvsfólkatrotið innan røktar- og umsorganarøkini er eins stórt ella størri í okkara grannalondum. Har eru heilsuskúlarnir nógvir í tali og eru geografiskt spjaddir, men starvsfólkatrotið er tað sama ella verri.

Orsøkin er, at trupulleikin er nógv meira samansettur og kompleksur enn staðsetingin av skúlanum.

Latið okkum royna at loysa veruligu avbjóðingarnir. Latið okkum í felag brúka orkuna uppá at finna loysnir og taka ábyrgd, so tað verður meira lokkandi at arbeiða innan røktar- og umsorganarøkini.

Lønarlyftið til starvsfólk innan røktar- og umsorganarøkini, sum javnaðarflokkurin fór til val uppá, og sum er partur av samgonguskjalinum, er framt!

Hetta er eitt stig rætta vegin, men loysir ikki einsamalt starvsfólkatrotið og hugin hjá fólki at útbúgva seg innan hesi øki.

Løn undir útbúgving verður næsta stigið rætta vegin og so mugu vit fáa eitt næmingaheim til Skúladepilin í Suðuroynni, har bæði Heilsuskúli Føroya og Miðnám í Suðuroy húsast, sum skjótast, so umstøðurnar at fara í holt við at útbúgva seg, verða so góðar sum gjørligt.

 

Súsanna Bertholdsen,

løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin og lærari á Heilsuskúla Føroya.