Latið landsstýrisfólk fáa atkvøðurætt á Løgtingi - ein tiltrongd broyting í stýrisskipanarlógini

Málið um sammøðurnar birti undir kjakið um valdsbýtið í stýrisskipanarlógini. Sum flestu kunnugt tóku tvey landsstýrisfólk síni sæti aftur á Løgtingi í eini roynd at fella uppskotið frá andstøðuni um sammøður. Hetta var eitt óvanligt og umstrítt stig at taka, soleiðis sum okkara skipan nú einaferð er

Skrivað hevur cand.jur., Torkil V. Rasmussen
15. januar 2022 kl. 13:08

Málið um sammøður vakti aftur kjakið um, hvussu okkara parlamentarisku viðurskifti eru skipað. Í tí sambandi skrivaði Torkil V. Rasmussen, cand.jur., eina kronikk, sum varð prentað í ársins fyrsta blaðið.

Vit leggja hana út alment nú, so øll, sum hava hug, kunnu fyrihalda seg til hana.

Blaðstjórin

--- 

Málið um sammøðurnar birti undir kjakið um valdsbýtið í stýrisskipanarlógini. Sum flestu kunnugt tóku tvey landsstýrisfólk síni sæti aftur á Løgtingi í eini roynd at fella uppskotið frá andstøðuni um sammøður. Hetta var eitt óvanligt og umstrítt stig at taka, soleiðis sum okkara skipan nú einaferð er.

Men er okkara skipan í lagi, tá ið landsstýrisfólk, sum eru vald inn á okkara hægsta stað at lóggeva, og sum stundum hava fleiri hundrað persónligar atkvøður aftanfyri seg, kortini ikki sleppa at greiða atkvøðu á Løgtingi?  

Sum løgfrøðingur við sergrein og stórum áhuga fyri stýrisskipanarrætti, fari eg at loyva mær egna vegna sum privatpersónur at koma við nøkrum hugleiðingum um hesa rættiliga løgnu skipan uttan yvirhøvur at fyrihalda meg til málið um sammøðurnar.

Ásetingar í stýrisskipanarlógini
Fyri áleið seks árum síðani skrivaði eg saman við stjórnmálafrøðinginum, Bergi Berg, eina grein í Dimmalætting undir heitinum: ”Demokratiska undirskotið hjá samgongumeirilutum á Løgtingi”.

Greinin elvdi til nakað av kjaki úti í samfelagnum, og sum úrslit av greinini bleiv uppskot lagt fyri Løgtingið um at broyta stýrisskipanarlógina, sbr. løgtingsmál 62/2015, har greinin er viðløgd sum nevndarskjal.

Í greinini vístu vit á, at ásett er í §§ 14 og 32, stk. 1 í stýrisskipanarlógini (mín áherðsla):

§ 14. Løgmaður, landsstýrismenn og ríkisumboðsmaður hava embætis vegna, uttan atkvøðurætt, atgongd at løgtinginum, og hava rætt til á fundum at krevja at koma til orðanna, men skulu annars halda tingskipanina.

§ 32. Løgtingsmaður, sum verður løgmaður ella landsstýrismaður, sigur frá sær løgtingssessin, meðan hann situr í landsstýrinum.”

Í stýrisskipanarlógini frá 1948 stóð í § 25 (mín áherðsla):

§ 25. Landsstýrismenn og ríkisumboðsmaður eiga embætis vegna atgongd til á fundum at taka til orða, tá ið teir halda tað vera neyðugt, men skulu annars halda tingskipanina. Atkvöðurætt hava teir bert, tá ið teir eisini eru lögtingsmenn.”

Í viðmerkingunum til nýggju stýrisskipanarlógina frá 1995 stendur m.a. á bls. 84 á álitinum um nýggja stýrisskipan fyri Føroyar:

“Løgtingið og landsstýrið eru eftir uppskotinum tveir ymsir óheftir stovnar við hvør sínum málsøki og hava m.a. til arbeiðis at ansa eftir, at javnvág er teirra millum. Av hesi orsøk eigur ikki at bera til at vera í báðum hesum stovnum samstundis. Harumframt eru bæði hesi størv so krevjandi, at eingin hevur arbeiðsorku til lítar at taka sær av báðum hesum størvum í senn.”

Spyrjast kann, hví tað ikki skal vera upp til tann fólkavalda sjálvan at gera av, hvørt viðkomandi hevur arbeiðsorku til at taka sær av báðum størvum í senn. Um ikki, kann viðkomandi fara í farloyvi í styttri ella longri tíð – men við møguleika at taka sætið aftur til einhvørja tíð.

Í Danmark og Íslandi – okkara nærmastu grannalond
Samanbera vit við donsku grundlógina, so stendur í § 40 (mín áherðsla):

§ 40. Ministrene har i embeds medfør adgang til folketinget og er berettigede til under forhandlingerne at forlange ordet, så ofte de vil, idet de iøvrigt iagttager forretningsordenen. Stemmeret udøver de kun, når de tillige er medlemmer af folketinget.”

Í § 51 í íslendsku grundlógini stendur nakað tað sama sum í § 40 í donsku grundlógini (mín áherðsla):

§ 51. Ráðherrar eiga samkvæmt embættisstöðu sinni sæti á Alþingi, og eiga þeir rétt á að taka þátt í umræðunum eins oft og þeir vilja, en gæta verða þeir þingskapa. Atkvæðisrétt eiga þeir þó því aðeins, að þeir séu jafnframt alþingismenn.”

Viðmerkjast skal, at í Danmark og í Íslandi eru ráðharrar tó ikki limir í parlamentarisku nevndunum, hóast umboð fyri stjórnarflokkarnar eru í nevndunum. Í Íslandi eru fleiri nevndir lagdar saman, og tað hevði man eisini kunnað umhugsað at gjørt í Føroyum og møguliga avtikið ta politisku landsstýrismálanevndina.

Um tað vísti seg at verða ov arbeiðskrevjandi at sita bæði støðini, so hevði ein "donsk/íslendsk" áseting í stýrisskipanarlógini ført til, at tað bleiv vanligt at fata skipanina soleiðis, at varafólkini vórðu sæð sum avloysarar fyri landsstýrisfólkini í Løgtinginum. Tá hevði tað eisini verðið sjálvsagt og legitimt, at landsstýrisfólk tóku sæti aftur á Løgtingi, um varafólkini ikki makkaðu rætt. Tann hóttanin hevði altíð hingið sum eitt lítið Damoklessvørð yvir høvdunum á varafólkunum, og tað hevði gjørt tað munandi lættari hjá oddafiskunum í flokkunum at sett út í kortið og at hildið stevið.

Nevnast kann eisini, at ráðharrar, ið eru fólkavaldir, kunnu eisini greiða atkvøðu í tjóðartinginum í øðrum londum kring okkum so sum Grønlandi, Finnlandi, Bretlandi og allarhelst í øðrum londum við. Í Bretlandi sleppur man ikki at verða ráðharri uttan eisini at vera limur í tjóðartinginum.

Reint demokratiskt er tað undrunarvert, um hugsað verður um, at Løgtingið er tað evsta valdið í landinum. Tey trý valdini eru ikki síðuskipað. Lóggávuvaldið er hægst. Tað útinnandi valdið avleiðir demokratiskan legitimitet at útinna frá lóggávuvaldinum. Tað dømandi valdið skal døma eftir teirri lóggávu, ið lóggávuvaldið hevur samtykt. Sostatt er tað tann umvenda verð, um tey fólkini – við flest persónligum atkvøðum og harvið størsta demokratiska løgmætinum – pr. automatikk skulu missa atkvøðurættin á Løgtingi, um tey fara í landsstýrið. Henda skipan er til fyrimuns fyri nøkur varafólk við stundum fáum persónligum atkvøðum og heilt øðrum sjónarmiðum og virðum á avgerandi politiskum økjum, og sum Føroya fólk faktiskt ikki hevur valt til at manna nakran av teimum 33 valdsmiklu løgtingsessunum.

Ábyrgd landsstýrisins, øðrvísi hugburður og broyttar umstøður
Í greinini, ”Demokratiska undirskotið hjá samgongumeirilutum á Løgtingi”, vístu Bergur Berg og eg á søguligu orsakirnar til skipanina í Føroyum. Eftir Seinna Heimsbardaga virkaði Løgtingið í roynd og veru framhaldandi sum eitt kommunustýri frá amtstíðini. Hóast Løgtingið við heimastýrislógini frá 1. apríl 1948 fekk lóggávuvald, og landsstýrið bleiv til, broyttist henda mentan ikki nógv. Ábyrgdin var kollektiv, og stovnsleiðarar við politiskum tevi stýrdu ofta uttanum landsstýrið umvegis tingnevndirnar.

Í dag má sigast, at umstøðurnar og fyritreytirnar eru nakrar aðrar. Vit hava ikki longur kollektiva ábyrgd í landsstýrinum. Vit fingu ráðharraábyrgd við stýrisskipanarlógini frá 1995, og árið eftir fingu vit løgtingslóg um ábyrgd landsstýrisins, hóast vit so seint sum við nýggju rættargangslógini frá 1. januar 2020 fingu gildugar ásetingar um at handhevja ráðharraábyrgdina í Føroyum, sí eisini grein hjá mær um hetta evnið í Ugeskrift for Retsvæsen í U.2019B.105 við heitinum Tvivlsomme retsplejebestemmelser i den færøske ministeransvarslov. Í 1994 fingu vit fyrisitingarlógina og innlitslógina, og um aldarskiftið fingu við Løgtingsins umboðsmann. Sigast má tí, at vit í dag hava fingið ein heilt annan og betri hugburð til politikk, fyrisiting og ábyrgd.

Av tí sama er spurningurin, um nøkur tungtvigandi formlig ella funktionel orsøk man vera til at halda fast við skipanina í dag, sum var grundað á eina aðra skipan og annan hugburð til politikk, fyrisiting og ábyrgd?

Varafólkini umboða ikki úrslitið av einum løgtingsvali
Sum nevnt omanfyri ger okkara stýrisskipanarlóg, at varafólk – við ofta munandi færri atkvøðum og stundum við heilt øðrum sjónarmiðum og virðum á avgerandi politiskum økjum – koma innum ta í forvegin lágu tinggáttina at lóggeva.

Um vit taka løgtingsvalið 2019 sum dømi, so valdi Føroya fólk í stóran mun eina rættiliga konservativa umboðan at manna Løgtingið. Tað varð greitt eftir at Fólkaflokkurin við átta tingsessum gjørdist stóri vinnarin á løgtingsvalinum, og konservativir heykar í flokkinum blivu valdir sum topp átta á fólkaflokslistanum. Men tá ið ein ”bumba” frá andstøðuni herfyri bleiv løgd undir samgonguna, slapp konservativa stýrið kortini ikki at føra sín politikk, tá ið á stóð.

Varafólkini, við eini meiri liberalari tilgongd til sonevndu “etisku” málini, Annika Olsen (nr. 10 á fólkaflokslistanum við 289 persónligum atkvøðum) og Erhard Joensen (nr. 9 á sambandslistanum við 256 persónligum atkvøðum), við tilsamans ”bert” 545 persónligum atkvøðum aftanfyri seg sluppu at seta dagsskránna. Tá ið avtornaði, atkvøddu tey fyri uppskotinum hjá andstøðuni. Altso tvey varafólk við tilsamans 238 atkvøðum færri enn t.d. Jacob Vestergaard einsamallur (nr. 2 á fólkaflokslistanum við 783 persónligum atkvøðum) sluppu at seta kílar í samgonguna.

Hetta vísir bara, at tað eru nøkur, ið samráðast um samgonguskjalið eftir valið, meðan onnur – eisini ofta treytað av politiskum rossahandlum – ið skulu føra politikkin út í lívið gjøgnum alt samgonguskeiðið.

Sum sagt í byrjanini kundi støðan saktans verið tann øvuta, um tað til dømis var ein samgonga við einari liberalari tilgongd til sonevndu “etisku” virðini, men sum stóð við nøkrum leysum eykavaldum konservativum kanónum á dekkinum.

Parlamentariskt eftirlit
Summi vilja vera við, at tað hevði verið torført at havt nakað parlamentariskt eftirlit við sitandi stjórn, um landsstýrisfólk høvdu atkvøðurætt á Løgtingi.

Til tað skal sigast, at tað neyvan er nakar trupulleiki aðrastaðni. Parlamentariskt eftirlit verður ítøkiliga ført umvegis fyrispurningar á tingi við at kalla landsstýrisfólk í samráð.

Eisini er landsstýrismálanevndin partur av skipanini til tess at hava eftirlit við, at landsstýrið útinnir sítt vald á lógligan hátt.

Møguleiki er eisini at seta kanningarstjóra, og so hava vit parlamentariskar eftirlitsstovnar sum Løgtingsins umboðsmann og Landsgrannskoðanin, ið eru settir í heimin til tess at føra eftirlit við sitandi stjórn.

Nógvir fyrimunir av at lata landsstýrisfólk greiða atkvøðu á Løgtingi
Um landsstýrisfólk fingu rætt at greiða atkvøðu á Løgtingi, høvdu aðrir fyrimunir kunnað hent í skipanini, til dømis hevði sambandið millum landsstýrið og tingaarbeiðið helst blivið betri við tað, at eitt landsstýrisfólk í størri mun hevði noyðst at sett seg inn í øll viðkomandi lógaruppskot.

Tað hevði verið minni útskifting í Løgtinginum og harvið meiri kontinuitetur og forútsigiligheit í tingarbeiðinum. Tað hevði í størri mun eggjað til politiskar semjur tvørtur um samgongu og andstøðu og tvørtur um valskeið, sum so aftur hevði givið eitt størri politiskt støðufesti.

Floksdisiplinin og floksapparatið høvdu mest sannlíkt blivið styrkt og professioneliserað, tí tað hevði skulað nakað væl meiri til fyri at sloppið innum ta í dag rættiliga lágu tinggáttina. Størri samsvar hevði verið millum umboðanina hjá samgonguflokkum og andstøðuflokkum á tingi í mun til undirtøkuna í fólkinum á valdegnum.

Samanumtøka
Niðurstøðan er, at tað er ikki óvanligt um okkara leiðir, at ráðharrar, ið eru valdir inn í eitt tjóðarting at lóggeva, kunnu greiða atkvøðu, hóast teir gerast ráðharrar. Atkvøðurættin kunnu teir bert siga frá sær, um teir sjálvboðið siga tingsessin frá sær. Tað sama er sjálvsagt ikki galdandi fyri ráðharrar, ið ikki eru fólkavaldir. Til dømis er atkvøðurætturin hjá ráðharrum, ið eisini eru fólkavaldir, høgdur í stein í donsku og íslendsku grundlógunum. Nevnast kann eisini, at ráðharrar, ið eru fólkavaldir, kunnu greiða atkvøða í tjóðartinginum í Finnlandi, Grønlandi, Bretlandi og helst øðrum londum við.

Eftir mínum tykki er tað ein demokratisk avbjóðing, at varafólk – við ofta munandi færri persónligum atkvøðum og stundum við heilt øðrum sjónarmiðum og virðum á avgerandi politiskum økjum – koma innum ta frammanundan lágu tinggáttina at lóggeva. Til dømis í Danmark og í Íslandi, sum ofta verða sædd sum okkara nærmastu grannalond, høvdu varafólkini einfalt ikki havt ein nóg sterkan demokratiskan legitimitet til at rokkið innum tinggáttina uttan so, at tingmaður, ið til dømis gjørdist ráðharri, sjálvboðið segði tingsessin frá sær.

Spurningurin er, um nøkur tungtvigandi formlig ella funktionel orsøk man vera til at halda fast við skipanina í dag, sum var grundað á eina heilt aðra skipan og annan hugburð til politikk, fyrisiting og ábyrgd frá tíðini eftir Seinna Heimsbardaga og fram til nýggju stýrisskipanarlógina við ráðharraábyrgd. Harumframt hava vit síðani skipanina við ráðharraábyrgd fingið eina heilt aðra tilgongd til politikk, fyrisiting, rættartrygd og ábyrgd, eins og vit í skjótt 30 hava havt fyrisitingarlógina, innlitslógina og umboðsmannalógina til tess at hava eftirlit við sitandi stjórn.

Um tað vísti seg at verða ov arbeiðskrevjandi at sita bæði støðini, hevði ein "donsk/íslendsk" áseting í stýrisskipanarlógini ført til, at tað bleiv vanligt at fata skipanina soleiðis, at varafólkini vórðu sæð sum avloysarar fyri landsstýrisfólkini í Løgtinginum. Tá hevði tað eisini verðið sjálvsagt og legitimt, at landsstýrisfólk tóku sætið aftur á Tingi, um varafólkini ikki makkaðu rætt. Tann hóttanin hevði altíð hingið sum eitt fitt lítið Damoklessvørð yvir høvdunum á varafólkunum, og tað hevði gjørt tað munandi lættari hjá oddafiskunum í flokkunum at sett út í kortið og at hildið stevið.

At enda kann eisini nevnast, at nógvir hugsandi fyrimunir eru av at lata landsstýrisfólk fáa atkvøðurætt á Løgtingi: Sambandið millum landsstýrið og tingaarbeiðið hevði helst blivið betri. Tað hevði verið minni útskifting í Løgtinginum. Floksdisiplinin og floksapparatið høvdu mest sannlíkt blivið styrkt og professioneliserað. Størri møguleiki hevði verið fyri breiðum politiskum semjum tvørturum andstøðu og samgongu og tvørtur um valskeið vegna minni útskifting og meiri forútsigiligheit í politiska arbeiðinum. Harumframt hevði størri samsvar hevði verið millum umboðanina hjá samgonguflokkunum og andstøðuflokkunum á tingi í mun til fólksligu undirtøkuna á løgtingsvalinum.