Ongi úrslit

Lata upp aftur fyri einvegis ferðslu í brekkuni í J. Paturssonar gøtu

Í dag klokkan átta letur brekkan í J. Paturssonar gøtu upp fyri einvegis ferðslu

Tíðindaskriv
25. sepember 2021 kl. 07:50

Vegarbeiðið í brekkuni í Jóannesar Paturssonar gøtu gongur eftir ætlan. Spreingi- og sveisiarbeiðið er liðugt, og í morgun - 25. september klokkan 8 - letur brekkan upp aftur fyri einvegis ferðslu.

Frá leygardegnum 25. september hevur arbeiðið hesar avmarkingar við sær fyri ferðsluna í miðbýnum:

  • ferðslan er einvegis í brekkuni oman eftir J. Paturssonar gøtu til Steinatún
  • ,
  • stongt er fyri allari ferðslu úr Steinatúni til Jóannesar Paturssonar gøtu. Bara bussleiðin og arbeiðsbilar hjá Andriasi Berg eru undantikin. Øll onnur bilaferðsla kann annaðhvørt snara oman eftir Tórsgøtu ella niðan eftir Niels Finsens gøtu
  • ,
  • ferðslan ið kemur oman eftir Dalavegnum má ikki snara oman brekkuna til Steinatún - bilar skulu annaðhvørt fara eftir Heygsbreyt oman í býin ella snara til høgru út eftir Jóanesar Paturssonar gøtu
  • ,
  • Ferðslan ið kemur oman eftir Tróndargøtu kann ikki snara til høgru niðan eftir J. Paturssonar gøtu
  • ,
  • Stongt er fyri allari ferðslu á niðasta strekkinum á Dalavegnum millum Doktara Jakobsens gøtu og Jóanesar Paturssonar gøtu (við Kirkjugarðin á Svínaryggi)
  • ,
  • Hámarksferðin í brekkuni millum J. Paturssonar gøtu og Steinatún er 30 km/t

Av tí at hetta er ein av mest nýttu vegastrekkjunum í miðbýnum, mælir Tórshavnar kommuna bilførarum til at nýta Ringvegin í tann mun tað ber til, heldur enn smærri síðugøturnar.

Kelda: Tórshavnar kommuna

Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

9. juli kl. 18:25

Læknar hava svikað fyri milliardir

5. juli kl. 17:00

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

9. juli kl. 16:46

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

10. juli kl. 09:30

Gjald áðrenn etið verður

6. juli kl. 11:55

Fyrrverandi føroyskur IDF-hermaður: Ísrael hevur onki val

7. juli kl. 13:00