Lat okkum hugsa út um boksina

Vit eiga at knýta útoyggjarnar uppí meginøkið við undirsjóvarbreytum - eini metro

Elebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
2 tímar síðan

Vit hava tosað um bygdamenning í eitt mannaminni, men fólkatalið á útoyggjunum bara minkar og minkar, og ongin ger nakað við tað. Núverandi samband til útoyggjarnar er ikki nøktandi orsakað av avlýsingum og seinkingum. Tí eigur sambandið til útoyggjarnar at gerast meira nútíðarhóskandi. Vit hava siglt til útoyggjarnar í meir enn 100 ár. Lat okkum nú hugsa út um boksina og hugsa nýtt. Lat okkum hava visjónir. Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, tingkvinna fyri Fólkaflokkin.

Undir orðaskiftinum í Løgtinginum um fyrispurning um undirsjóvarbreytir (metro) til útoyggjarnar upplýsti landsstýrismaðurin, at tøkniligar menningar vóru ávegis innan fyri gerð av undirsjóvarbreytum.

Landsstýrismaðurin upplýsti, at amerikanska felagið Earthgrid hevði ætlanir um at menna boring av vanligum tunlum við plasma útgerð, har maskina brennir seg ígjøgnum tilfarið. Henda nýggja tøknin gjørdi, at kostnaðurin at bora tunlar bleiv bara ein brotpartur av dagsins kostnaði.

Núverandi samband til útoyggjarnar er ikki nøktandi orsakað av avlýsingum og seinkingum. Tí eigur sambandið til útoyggjarnar at gerast meira nútíðarhóskandi. Vit hava siglt til útoyggjarnar í meir enn 100 ár. Lat okkum nú hugsa út um boksina og hugsa nýtt. Lat okkum hava visjónir. Vit hava tosað um bygdamenning í eitt mannaminni, men fólkatalið á útoyggjunum bara minkar og minkar, og ongin ger nakað við tað.

Fleiri hildu tað vera ørskap at hugsa um fast samband um Vestmannasund og Leirvíksfjørð. Hesar ætlanir vístu seg hinvegin at gerast sólskinssøgur. Kanska ein metro kann bjarga bygdunum.

Tað nýggjasta vit kenna til viðvíkandi betran av sambandinum til útoyggjarnar eru havnarætlanir við hartil hoyrandi rampum, og ein seria av nýggjum ferjum er løgd fram fyri løgtingsfólk fyri stuttum. Hesar verkætlanir fara at kosta samfelagnum nógvar milliónir krónur.

Gott við hesum ætlanum, tí sjálvandi er hetta jaligt og ein betran fyri sambandið við útoyggjar her og nú. Hyggja vit bara eitt lítið sindur frameftir, so skulu allar hesar dokkir, rampur og ferjur skiftast út einaferð og so enn einaferð aftur um nøkur ár.

Snýr seg um at javnstilla allar føroyingar

Hyggja vit so bara eitt sindur inn í framtíðina viðvíkjandi veðrinum, kunnu vit ikki vera serliga bjartskygd. Veðurserfrøðingar spáa, at veðrið í framtíðini fer at blíva meir og meir ógvisligt, bæði hvat viðvíkur vindi, avfalli og hita og kulda - eisini í summartíðini. Hetta er kanska longu byrjað. Hetta merkir fleiri avlýsingar og seinkingar, óansæð gamlar ella nýggjar ferjur.

Útoyggjarnar í Føroyum eru nakað serligt, og tað skulu tær framhaldandi vera. Tær hava ikki brúk fyri bil- og busssambandi á sama hátt sum tær størru oyggjarnar.

Tí eiga vit at knýta útoyggjarnar uppí meginøkið við undirsjóvarbreytum (metro). Soleiðis javnstilla vit allar føroyingar mest møguligt. Hetta er helst besta boðið uppá bygdamenning, og ger hetta Føroyar til eitt nútímans grønt ferðavinnuland. 

Fyri at fáa greiðu á, um ætlanir eru at fáa fast samband til allar útoyggjar við undirsjóvarbreyt, og um landsstýrismaðurin veit nakað meir um hesa nýggju tøknina hjá Earthgrid, ella um hann hevur ætlanir um at kanna hetta nærri, sæð í mun til gerð av undirsjóvarbreyt (metro), verður hesin fyrispurningur settur.

 Tí hevur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sett Dennisi Holm, landsstýrismanni, hesar spurningar:

  • Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um at fáa fast samband til allar útoyggjarnar við eini undirsjóvarbreyt, soleiðis at alt Føroya fólk við hesum verður knýtt saman?

  • Veit landsstýrismaðurin, hvussu tað gongur við nýggju tøknini hjá Earthgrid at bora tunlar við, sum ger tað munandi bíligari at bora?

  • Um ikki, hevur landsstýrismaðurin so  nakrar ætlanir um at kanna, hvussu tað gongur at bora tunlar við tøknini hjá Earthgrid?