Lars Løkke skal taka lut í veruleikasjónvarpi

Seyðabóndin við Gjógv og fyrrverandi forsætisráðharrin tekur tríggjar vikur úr sínum álmanakka, so hann kann sigla tvørtur um Atlantshavið í sjónvarpssending

Sigurjón Einarsson
20. november 2020 kl. 22:11

Fyrrverandi forsætisráðharrin og formaðurin í danska Vinstraflokkinum, Lars Løkke Rasmussen, fer nú at royna seg sum sjómann.

Saman við øðrum kendum dønum, tekur hann tríggjar vikur úr sínum álmanakka, fyri at sigla tvørtur um Atlantshavið. Tað upplýsir Discovery Networks Danmark í einum tíðindaskrivi.

Longu 26. november sigla Lars Løkke og restin av manningini frá havnini í Lanzarote við kós móti Karibia og oynna, Aruba.

Eitt sjónvarpslið verður við á ferðini og fylgir manningini dag og dagliga.

Gleðir seg til at fáa ró og hugsa

Sambært tíðindaskrivinum, so gleðir Lars Løkke seg, ið enn er limur í Fólkatinginum, til at fáa ró og njóta at vera heilt avbyrgdur frá umheiminum, tíðindum og sosialum miðlum.

- Eg havi koyrt 120 kilometrar um tíman, síðani eg var 17 ára gamal, og eg havi í langa tíð spælt við tankan at taka ein sálarligan steðg. Tann møguleikan havi eg fingið nú. Eg havi gott av at sita og stara út yvir tað óendaliga havið og hugsa yvir, hvat eg skal gera við mítt lív tey komandi árini, sigur Lars Løkke Rasmussen.

Verður veður og vindur við Lars og restini av manningini, so er væntandi, at túrurin fer at taka einar tríggjar vikur.

Sjónvarpssendingin verður víst á stroymingartænastuni hjá Dplay á vári 2021 og á Kanal 5 seinni í árinum.