Lars Løkke byrjar politiskt netverk

Fyrrverandi forsætismálaráðharrin vil hava eina broyting í politisku mentanini á Christiansborg

Ari av Rana
11. januar 2021 kl. 20:02

Fyrrverandi forsætismálaráðharrin í Danmark, Lars Løkke Rasmussen, ætlar at byrja eitt nýtt politiskt netverk. Lars Løkke hevur seinastu 40 árini verið limur í politiska flokkinum Vinstra, men 1. januar meldaði hann seg úr flokkinum.

Lars Løkke Rasmussen skrivar á heimasíðuni larsloekke.dk, at hann er troyttur av tí politisku mentanini, sum ræður á Christiansborg. Ein mentan, har eitt hugskot er vánaligt, um tað er ein politiskur mótstøðumaður, sum er komin við tí. Eisini er hann troyttur av blokkpolitikki, sum setur fót fyri at lutfalslig vanligar broytingar kunnu førast fram í verki.

Grundgevingin fyri at rýma úr Vinstra var at flokkurin gekk eina aðra leið enn hana, hann vildi. Ístaðin vildi hann seta seg sjálvan frían og standa fyri seg sjálvan.

Gitingar vóru beinanveg, at hann fór at byrja ein nýggjan politiskan flokk. Ístaðin gjørdist tað eitt politiskt netverk.

Hóast talan ikki er um ein politiskan flokk, nevnir Lars Løkke Rasmussen ymiskt, sum kann líkjast einari politiskari stevnuskrá, skrivar TV2. Har nevnir hann m.a., at hann stuðlar grønum orkuskifti, NATO og vælferðarsamfelagið, men eisini “at man skal gera eina roynd sjálvur, áðrenn ein biður onnur um hjálp”.