Formansessurin hjá høgrakonservativa flokkinum, Nýggju borgarligu, stendur skjótt tómur. Nú hevur fyrsti politikarin í flokkinum sagt seg fara eftir sessinum.
- Eg meti, at eg eri tann rætti at føra víðari tí kós, sum bæði Pernille Vermund og Peter Seier hava sett fyri flokkin.
- Eg fari at byggja víðari á grundvøllin, sum flokkurin stendur á, sigur Lars Boje Mathiesen.
Leiðslan í flokkinum hevur í dag avgjørt, at tað skal veljast nýggjur formaður á einum eyka ársfundi tann 7. Februar.
Lars Boje Mathiesen hevur sitið á Fólkatingi síðan valið í 2019. Til seinasta fólkatingsval varð hann endurvaldur við 11.150 atkvøðum.
Sjálvur metur hann, at hansara royndir gera hann egnaðan til formanssessin hjá Nýggju Borgarligu
- Eg havi politiskar royndir, eg eri búgvin, eg havi nógv ár á baki bæði í tí almenna og tí privata og eg havi verið sjálvstøðugt vinnurekandi.