Larry King sjónvarpsvertur er deyður

Maðurin, sum í meira enn 25 ár var talkshow-vertur á CNN, andaðist í morgun, 87 ára gamal

Sveinur Tróndarson
23. januar 2021 kl. 13:39

Einki stendur fyri ævir. Heldur ikki tey, sum vit altíð hava hildið hava verið har. Og í dag mugu vit staðfesta, at eitt av teimum heilt stóru miðlafólkunum í heimshøpi er fallið.

Í morgun boðar familjan hjá Larry King, sum hevur arbeitt sum miðlamaður í meira enn 63 ár, er deyður.

Í einari fráboðan á Facebook-vanganum hjá Larry King sjálvum boðar Ora Media frá, at 87 ára gamli sjónvarpsverturin doyði í morgun á Cedars-Sinai Medical Center í Los Angeles.

Tað eru fá miðlafólk, sum hava klárað at umstillað seg so væl sum Larry King hevur.  Hann byrjaði í útvarpi, hevur arbeitt leingi við sjónvarpi og nú eisini við talgildum miðlum. Tað er tó greitt, at hann er mest kendur fyri samrøður sínar á CNN við gestir úr øllum heraðshornum.