Einki stendur fyri ævir. Heldur ikki tey, sum vit altíð hava hildið hava verið har. Og í dag mugu vit staðfesta, at eitt av teimum heilt stóru miðlafólkunum í heimshøpi er fallið.
Í morgun boðar familjan hjá Larry King, sum hevur arbeitt sum miðlamaður í meira enn 63 ár, er deyður.
Í einari fráboðan á Facebook-vanganum hjá Larry King sjálvum boðar Ora Media frá, at 87 ára gamli sjónvarpsverturin doyði í morgun á Cedars-Sinai Medical Center í Los Angeles.
Tað eru fá miðlafólk, sum hava klárað at umstillað seg so væl sum Larry King hevur. Hann byrjaði í útvarpi, hevur arbeitt leingi við sjónvarpi og nú eisini við talgildum miðlum. Tað er tó greitt, at hann er mest kendur fyri samrøður sínar á CNN við gestir úr øllum heraðshornum.