Large Hadron Collider letur upp aftur í mars

Kjarnorkugranskingarstovnurin hevur boðað frá, at Large Hadron Collider er til reiðar aftur í mars mánaði, eftir at hava verið afturlatin í trý ár til viðlíkahald og dagføringar

Steinar Patursson
3. januar 2022 kl. 09:29

Evropeiski kjarnorkugranskingarstovnurin, CERN, hevur nú boðað frá, at Large Hadron Collider, ovurstóra bitlamaskinan í Sveis, fer í gongd aftur í mars í 2022, eftir at hava verið sløkt í trý ár.

Large Hadron Collider (LHC) varð sløkt í 2019, tí umfatandi umvælingar og forbetringar skuldu gerast, soleiðis at fleiri dátur kundu fáast úr koyringunum.

Ætlanin var, at LHC skuldi lata upp aftur í 2021, men orsakað av strangu koronureglunum varð arbeiðið nógv seinkað. Nú boðar leiðslan á CERN kortini frá, at LHC er klár til koyringar aftur í 2022, og at hesaferð verður koyrt við tvífalt so nógvari styrki sum áður.

Tað var í LHC, at Higgs boson bitilin, ella sokallaði Guð-partikkulin, varð uppdagaður í 2012.

Við nýggju dagføringunum er ætlanin, at LHC skal gera koyringar fram til 2025, tá LHC aftur skal sløkkjast til umvælingar, sigur CERN.

Umvælingarnar skulu tá taka um tvey og eitt hálvt ár, soleiðis at LHC aftur er til reiðar á sumri í 2027 - tá við tíggjufaldaðari orku í mun til fyrstu koyringarnar, sigur CERN og leggur aftrat, at hetta fer at loyva granskarum at granska í fysiskum mekanismum á ein hátt, ið ongantíð hevur verið gjørligt at gera fyrr.