Lær at gera film við fartelefon

Filmur er blómandi kring allan heimin, og verður bæði nýttur til eitt og annað. Fleiri hugsa, at tað er torført at gera film, men í veruleikanum ber væl til at framleiða gott innihald við tíni egnu fartelefon. Hendan boðskapin ynskja Beinta Haraldsen og Maria Winther Olsen at vísa á.

Anna Joensen-Næs
19. juni 2021 kl. 14:58

Beinta og Maria hava samstarvað gjøgnum fleiri ár

Samskiparar eru Beinta Haraldsen og Maria Winther Olsen. Tær hava áður samstarvað sum høvuðsleiðarar á bæði ungdómsfilmsskúlanum Nóllywood og í fyritøkuni Klippfisk, ið ynskir at menna filmsumhvørvið í Føroyum.

Um Beintu Haraldsen

Beinta undirvísur í myndabygnaði og ljósi á skeiðinum. Sjálv hevur hon drúgvar royndir sum filmsframleiðari og samskipari. Hon hevur áður verið partur av stórum spælifilmum, heimildarfilmum og videoløgum. Eisini hevur hon framleitt lýsingar fyri útlendskum fyritøkum sum Mastercard og Samsung. Harumframt hevur hon drúgvar royndir sum sjálvlærd myndakvinna.

Um Mariu Winther Olsen

Maria undirvísur í ljóði og klipping á skeiðinum Sjálv hevur hon fingist við mestsum alt innan film í Føroyum. Hon hevur verið partur av mongum stuttfilmum, spælifilmum, heimildarfilmum og videoløgum. Her hevur hon bæði havt leiklut sum leikstjóri og ymiskt annað.

Umframt hetta, hevur hon arbeitt fyri Kringvarp Føroya gjøgnum longri tíð. Fyri yvir 10 árum síðani var hon við til at byrja ungdómsfilmsskúlan Nóllywood.

Hvat snýr skeiðið seg um?

Beinta greiðir frá, at skeiðini ganga fyri seg gjøgnum ein dag frá kl. 08.30-16.00. Skeiðini eru á byrjanarstøðið, so øll kunnu verða við. Her lærir tú at gera film við fartelefon. Fyrst er undirvísing, síðani skulu luttakararnir út at filma. Til síðst verður filmsbrotið klipt saman og víst fram.

Endamálið er at framleiða ymisk stutt filmsbrot, ið kunnu nýtast til eitt og annað, men serliga sosialir miðlar, leggur Beinta aftrat. Tú lærir alt tað praktiska innan filmsframleiðslu sum myndastøddir, ljós, ljóð og annað. Harumframt verður dentur lagdur á undirvísing innan eftirviðgerð av filmi. Her lærir tú at klippa, sigur Beinta.

Øll hava eina fartelefon

Mestsum øll eiga eina fartelefon í dag. Hetta ger eisini, at øll kunnu luttaka á skeiðinum, sigur Beinta. Einasta ið tú skalt hava við, er ein fartelefon.

Fartelefonir kunnu verða hentar innan filmsframleiðslu, greiðir Beinta frá. Nýggjastu fartelefonirnar hava sera góða góðsku. Tær kunnu bæði nýtast til filmsupptøkur og klipping. Orsaka av hesum, eru tær ein góð loysn til at gera film, sigur Beinta.

Filmur verður sera nógv brúktur á sosialu miðlunum

Filmur er blómandi kring allan heimin. Hetta er ikki øðrvísi á teimum sosialu miðlunum, greiðir Beinta frá. Flestu fyritøkur marknaðarføra teirra vørur á ymisku miðlunum. Ein av best umtøktu háttunum at gera hetta við, er filmur. Gjøgnum film far brúkarin samband við hyggjarin á ein heilt serligan hátt. Hesin mátin ger sambandið meiri persónligt, og selur somuleiðis nógv betur, sigur Beinta sannførd.

Fleiri av luttakarunum á skeiðinum eru frá fyritøkum. Tey ynskja at læra at gera filmslýsingar. Júst hesum ynskja vit at hjálpa við, sigur Beinta. At kunna luttakararnir um filmsframleiðslu, og hvussu stóran týdning góðskan á innihaldinum, tá ið tosað verður um lýsingar, hevur at siga.

Ynskja at breiða tilboðið út til øll

Maria og Beinta ynskja at breiða tilboðið út til øll. Sjálvt um fleiri av teimum, ið luttaka á skeiðunum, eru frá fyritøkum, eru øll vælkomin. Øll hava gott av, at læra at gera film, sigur Beinta. Filmsframleiðsla kann verða hent til nógv ymiskt, leggur Beinta aftrat.

Hava fingið góða undurtøku

Undurtøkan hevur verið sera góð og flestu skeiðini, ið hava verið, vóru útseld, sigur Beinta ovurfegin. Enn ber til at tekna seg til tey seinnu skeiðini.

Tað er deiligt at síggja, hvussu stóran mun skeiðini gera. Luttakararnir læra ógvuliga skjótt, og duga somuleiðis nógv betur at gera film eftir bert einum degi.