Lansverk sigur átta fólkum úr starvi

Starvsfólkahópurin hjá Landsverki minkar við 12 størvum og 8 fólk verða søgd úr starvi, sum liður í bygnaðarbroytingum á stovninum

Bryndis Hjartardóttir
10. juni 2020 kl. 13:33

- Landsverk klænkar bygnaðin og flytir 10 milliónir krónur frá umsiting til sjónligt kjarnuvirksemi hjá stovninum. Sum ein avleiðing minkar starvsfólkahópurin við 12 størvum, harav 8 fólk verða søgd úr starvi, boðar stovnurin frá í tíðindaskrivi. 

Landsverk hevur í dag handað landsstýrismanninum í samferðslumálum frágreiðing av lýsing og meting um virksemið hjá stovninum.

Í frágreiðingini ásannar leiðslan, at arbeiðið í nøkrum av teimum stóru verkætlanunum, sum stovnurin hevur havt ábyrgdina av, ikki hevur verið gjørt til fulnar. Frágreiðingin lýsir eisini hvørji átøk skulu fremjast fyri at rætta upp uppá bygnaði í stovninum. 

Høvuðsátøkini hjá Landsverki verða tí rationaliseringar og sparingar, átøk at betra um leiðsluna av stórum verkætlanum, og umraðfestingar og skift av fokus á Landsverki.