Tað er næstan útselt á langsíðuni

Bert fá atgongumerki eru eftir á langsíðuni til steypafinaluna millum B36 og HB, sum verður á Tórsvølli leygardagin klokkan 19

Eystursíðan verður fullsett, tá B36 og HB fara á Tórsvøll leygarkvøldið at dystast um Løgmanssteypið - Mynd. FSF/Sverri Egholm
fsf.fo/Hans Erik Danielsen
31. oktober 2024 kl. 22:35

Sølan av atgongumerkjum til finaluna um Løgmanssteypið, sum verður á Tórsvølli leygardagin klokkan 19, gongur framvegis væl, og seinnapartin hósdagin var talið av seldum atgongumerkjum komið upp á næstan 3.400.

Hetta merkir millum annað, at langsíðan (eystursíðan), sum er undir ítróttarhøllina á Nabb, er nærum útseld. Millum HB fjeppararnar eru okkurt um 30 atgongumerki eftir, meðan eini 50 atgongumerki eru eftir millum B36 fjeppararnar.

Men hóast langsíðan er nærum útseld, ber sjálvandi til at fáa atgongumerki til steypafinaluna leygarkvøldið. Í fyrstu atløgu eru bólkarnir 109 til 113 latnir upp fyri sølu, og um neyðugt, verða fleiri bólkar opnaðir sum frálíður.

Á Tórsvølli er pláss fyri umleið 5.200 áskoðarum.