Samferðsluætlanin er ein viðgerð av tørvinum innan framtíðar samferðslu og hevur faklig tilmæli til, hvørjar íløgur vera neyðugar at gera í samferðsluna framyvir. Endamálið er, at allir føroyingar skulu kunnu ferðast skjótt, trygt og burðardygt í Føroyum. Síðsta samferðsluætlanin er frá 2018, men tí mynstur og tørvur innan samferðslu broytist við tíðini, má hon javnan dagførast. Áður er samferðsluætlanin útgivin í einari samlaðari útgávu, men hesaferð verða ymisk viðkomandi evnir viðgjørd í styttri temabløðum. Fyrsta temablaðið á breddanum er hetta um kostnaðarmetingar.
Temablaðið kann heintast her.
Váðaískoytið er avgerandi fyri ein eftirfarandi prís
Kostnaðarmetingar eru altíð fevndar av ávísari óvissu. Tað er okkara uppgáva sum myndugleiki áhaldandi at arbeiða við at fáa gjørt metingarnar betri og meiri eftirfarandi. Harumframt er týðandi, tað er lætt at skilja, á hvønn hátt verkløg verða kostnaðarmett.
Kostnaðarmetingarnar av verkløgum í nýggju samferðsluætlanini, sum verður útgivin í temabløðum næstu tíðina, byggja í høvuðsheitum á teir prísirnar, sum vit kenna frá undanfarnum verkætlanum í Føroyum (royndarprísir), har lagt verður upp fyri óvissum við einum ásettum váðaískoyti. At samhugsa royndarprísir og váðaískoyti er eitt viðurkent og nógv nýtt háttalag í okkara grannalondum, har kostnaðarmetingar leggja upp fyri óvissum, ið serliga eru galdandi tíðliga í tilgongdini.
Dýrt at spara rakstur og viðlíkahald
Heildarbúskapurin er ein inngrógvin partur av øllum verkløgum. Kostnaðurin fevnir ikki bert um verklagskostnaðir, men eisini um árligar útreiðslur til rakstur og viðlíkahald í brúkstíðini. Hetta eru útreiðslur, sum mugu játtast hvørt ár í lívtíðini hjá verkløgum, soleiðis at verklagið tænir endamálinum og fær longst møguligan livialdur. Við vantandi rakstri og viðlíkahald missur verklagið skjótt virði við teirri avleiðing, at góðskan í framkomuleikanum og ferðslutrygdini minkar.
Hvat sigur gransking um avbjóðingar við at prísáseta verkætlanir
Óvissur í sambandi við kostnaðarmetingar og tíðarætlanir er eitt fyribrygdi, sum er kent um allan heimin og hevur verið nógv granskað tey síðstu 50 árini. Ein tann leiðandi granskari innan økið er danin Bent Flyvbjerg, sum eitt nú hevur gjørt eina vísindaliga grein við rámandi heitinum “Over Budget, Over Time, Over and Over Again: Managing Major Projects”. Í hesi grein verður víst á, at tað serliga eru tvey viðurskifti, sum gera seg galdandi viðvíkjandi vantandi avrikum innan metingar: bjartskygdur skeivleiki (optimism bias) og strategisk avskeplan (strategic misrepresentation). Bjartskygdur skeivleiki er, at vit í fyrireikingini av verkætlanum eru ov bjartskygd og ikki leggja upp fyri teimum óvissum, sum kunnu vera í einari verkætlan. Strategisk avskeplan er, tá ið ein í avgerðartilgongdini tilvitað yvirmetir ágóðan og undirmetir kostnaðin av verkætlanini fyri at fáa hana setta í verk. Ímeðan tann fyrra orsøkin er sálarfrøðilig, so er tann seinna politiskt.
Nýggja samferðsluætlanin tekur støði í heimsmálunum hjá ST
Tann nýggja samferðsluætlanin byggir á heimsmálini hjá ST og teirra skilmarking av burðardyggari menning, sum tekur samfelagslig, búskaparlig og umhvørvislig atlit. Temablaðið um kostnaðarmetingar tekur støði í heimsmálunum innan búskaparligan vøkstur og undirstøðukervi. Rættari kostnaðarmetingar skapa betri grundarlag fyri politiskari raðfesting, ið virkar fyri varandi og burðardyggum búskaparvøkstri. Upplýstar og skynsamar avgerðir innan samferðsluíløgur gera eisini sítt til at byggja eitt varandi undirstøðukervi.