Landsverk skal gevast at bora tunlar

Tað snýr seg um at fáa sum mest burtur úr pengunum

Áki Bertholdsen
15. desember 2023 kl. 16:15

Landsverk eigur ikki at halda fram at bora tunlar. Tað halda tey í Føroya Arbeiðsgevarafelag, nú Landsverk er liðugur við Dalstunnilin og politiska ætlanin er, at hann nú skal undir tunnil til Tjørnuvíkar.

Tunlasjakkið hjá Landsverki eigur ikki at halda fram fyrr enn ein kostnaðareftirmeting er gjørd, sigur Vinnuhúsið, sum umboðar Arbeiðsgevarafelagið.

Tey siga, at tá ið Landsverk borar tunlar, gongur tað seint og tað er ikki effektivt og samstundis er vandi fyri, at kostnaðurin verður hægri enn neyðugt.

Tí eigur kostnaðurin at verða eftirmettur og samanborin við kostnaðin av øðrum tunlum, sum eru gjørdir seinnu árini, siga arbeiðsgevararnir.

Men í eini slíkari samanbering má allur kostnaðurin verða við, eisini kostnaðurin til verkætlanarleiðslu, fíggingarkostnað, og annað

– Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tað ikki, at tað er nøkur orsøk til, at almennar fyritøkur og stovnar fara inn á øki, sum privata vinnan røkir best, siga teir í eini boðum í dag.

– Fyri at finna veruliga prísin á einari tunnilsverkætlan er neyðugt at bjóða verkætlanina út. Tað eigur eisini at vera gjørt í sambandi við ætlaða Tjørnuvíkartunnilin, leggja tey afturat.

Føroya Arbeiðsgevarafelag er av teirri áskoðan, at Landsverk hevur ríkiligt at gera longu sum er. 

– Tað sigur seg sjálvt, at tað er ringt at hava eina neyva verkætlanarstýring í sambandi við at gera tunlar, tá ið stovnurin samstundis skal gera bæði skerv og asfalt, umframt at halda bygningar og vegir viðlíka - og rudda kava.

Landsverk eigur at fáa neyðugu umstøðurnar til at hugsavna seg um dygdargóða verkætlanar- og góðskustýring, og so lata privatar fyritøkur gera arbeiðini, sum tær eru serfrøðingar í at gera.

– Hetta er ikki ein spurningur um hugsjónir, men taðer ein spurningur um at fáa sum mest burtur úr pengunum, tíðini, og góðskuni, siga arbeiðsgevararnir.