Landsverk: Nýggi stjórin brúkar spariknívin

Raksturin á Landsverki skal trimmast, og tað hevur við sær uppsagnir og umleggingar. Í hinum endanum er úrslitið, at stovnurin fær tíggju milliónir krónur meira um árið til tað sjónliga kjarnuvirksemið hjá stovninum, skrivar stovnurin í frágreiðing

Sveinur Tróndarson
11. juni 2020 kl. 13:18

Tað kundi sæð út til, at tað er væl lønt at arbeiða hjá Landsverki.

Í tíðindaskrivi, sum stovnurin sendi út mikudagin, stendur at lesa, at leiðslan hevur framt rationaliseringar og sparingar, og at hesar hava við sær, at starvsfólkahópurin minkar við 12 fólkum, harav átta fólk verða søgd úr starvi.

Burturúr tí fær stovnurin tíggju milliónir krónur meira um árið til útfarandi partin av kjarnuvirkseminum hjá stovninum, sum so blíva til 100 milliónir krónur uppá tíggju ár.

Hetta skal tó ikki skiljast bókstaviliga sum, at tey uppsøgdu fólkini hava verið so dýr fyri stovnin, men at hetta er ein partur av orsøkini til sparingina.

Tað, sum tó hevur týdning fyri – nýggju – leiðsluna á Landsverki er tó, at stovnurin skal umleggjast, so fokus framyvir verður skift.

Hava ikki dugað nógv væl
Tað er einki at taka seg aftur í, at Landsverk hevur verið í brennideplinum seinastu árini.

Stovnurin, sum millum annað hevur staðið fyri byggingini av Glasi og av nýggja bygninginum hjá Landssjúkrahúsinum, hevur havt alt annað enn eina hepna hond, og tað er í grundini meira regulin enn undantakið, at tað kostar onkrum starvi.

Tað gjørdi Glasir eisini, tí tann verkætlanin endaði við, at Ewald Kjølbro mátti leggja kongin. Tá hevði hann verið stjóri í hálvtáttanda ár.

Ewald Kjølbro tók við sum stjóri fyri Landsverk í apríl 2011, og hann varð koyrdur úr starvi í desember í fyrraárið, tá Heðin Mortensen, sum tá hevði tikið við sum landsstýrismaður, segði hann upp.

Stovnurin skuldi gjøgnumgangast
Eitt av úrslitunum av tí, sum hendi í samband við Glasir var, at Heðin Mortensen, landsstýrismaður við samferðslumálum, bað um at fáa lýst og mett um virksemið hjá stovninum.

Ein partur av arbeiðssetninginum var at endurhugsa tilverugrundarlagið hjá stovninum, og tað var henda frágreiðing, sum í gjár var latin landsstýrismanninum í samferðslumálum, sum samstundis eisini er landsstýrismaður við fíggjarmálum.

Í frágreiðingini stendur millum annað, hvussu leiðslan á stovninum heldur, at kjarnuuppgávurnar hjá Landsverki skulu loysast, men eisini, hvørji átøk stovnurin setur í verk, bæði inni á stovninum, men eisini uttanfyri stovnin.

Hesar broytingar hava so millum annað við sær, at 12 størv hvørva, harav átta fólk vera søgd úr starvi.

Ein avleiðing er millum annað, at Samskiftisdeildin, sum hevur verið ein deild fyri seg, verður niðurløgd. Ymsu deildirnar fáa nú sjálvar ábyrgd av kunning á teirra øki, og so verður samskiftisráðgevingin annars keypt inn uttanífrá.

Ein onnur broyting er, at størri byrðar vera lagdar á Fíggjardeildina, sum skal gera meira við innanhýsis eftirlit og tað, sum á enskum eitur “controlling”. Tað merkir, at stovnurin skal gera mánaðarroknskapir av øllum rakstrarstøðum og øllum verkætlanum, stendur at lesa í frágreiðingini.

Ójavni í bygnaðinum
Tað hava verið torførar avgerðir at taka, staðfestir Sigurd L. Lamhauge, ið tók við sum nýggjur stjóri seinasta heyst.

Í arbeiðinum at lýsa kjarnuuppgávurnar fór leiðslan ígjøgnum alt virksemið hjá stovninum, og tá gjørdist greitt, at tað var ójavni í bygnaðinum, stendur at lesa í skrivinum frá stovninum.

Eitt, sum kom fram var, at seinastu árini er størri og størri partur farin til lønarútreiðslur, meðan peningurin til vegakervið og viðlíkahald, sum er ein kjarnuuppgáva hjá stovninum, hevur verið lækkandi.

Hetta er ein øvugt gongd, og tí var neyðugt at taka stig.

- Vit hava í dag tikið fleiri torførar, men neyðugar avgerðir. Tað er okkara skylda at tryggja, at borgarans peningur verður nýttur so skynsamt sum gjørligt, og at so nógv sum møguligt verður nýtt til til kjarnuvirksemið hjá Landsverki. Hesar raðfestingarnar merkja, at Landsverk

uppá 10 ár, kann brúka 100 milliónir krónur meira uppá landsvegakervið og bygningar við

somu játtan. Tað kemur borgarin at merkja”, sigur Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landverki.