Landsverk fingið tilboð upp á tunlarnar

Lisitatión var í dag á Landsverki um at gera tunlarnar Norður um Fjall. Trý tilboð komu inn

Steinar Patursson
4. mars 2021 kl. 16:31

Lisitatión hevur í dag verið á Landsverki um arbeiðið at gera tunlarnar Norður um fjall, og tríggjar fyritøkur hava latið inn tilboð um tunlarnar.

Tey trý feløgini eru Articon, J&K Petersen og NCC, og tað er rættiliga stórur munur á lægsta og hægsta boðnum.

Lægsta boðið eigur Articon, ið vil gera arbeiðið fyri um 373 mió. kr., meðan NCC eigur dýrasta tilboðið, ið er um 458 mió. kr. Tilboðið frá J&K Petersen var um 392 mió. kr.

Hesin parturin av verkætlanini var kostnaðarmettur at vera áleið 400 mió. kr., sigur Landsverk, og tá er el-arbeiðið ikki roknað við.

Samlaða metingin fyri verkætlanina er í verklagslógini 522 mió. kr.

Landsverk skal nú gjøgnumganga innkomnu tilboðini, og væntandi fer arbeiðið til tunlarnar í gongd í summar.