Landsverk fingið nýggjan stjóra

Nýggi stjórin er búskaparfrøðingur og er væl kendur á stovninum

Áki Bertholdsen
25. juli 2024 kl. 07:34

Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur nú sett Marjun Weihe Thomassen í starv sum stjóri á Landsverki eftir Sigurd Lamhauge, sum fór úr starvi í februar. 

Marjun Weihe Thomassen er 49 ára gomul, er útbúgvin búskaparfrøðingur og limur í nevndini í Landsbanka Føroya og í Búskaparráðnum.  

Aftan á lokna útbúgving var Marjun fulltrúi í Landsbankanum og síðani var hon íløguráðgevari í BankNordik. Frá 2012 til 2023 var Marjun fíggjarleiðari á Bústøðum. 

Í oktober byrjaði Marjun sum fíggjarleiðari á Landsverki, og síðani februar 2024 hevur hon verið virkandi stjóri á Landsverki - og nú er hon so sett sum stjóri.