Landsverk ávarar: Sera ringt at koyra nógva staðni

– Tað er ikki ráðiligt at fara í bil beint nú sigur Landsverk - og í morgun verður einki saltað, ella grivið

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Tað hevur verið nógvur vindur í nátt og tað er framvegis nógvur vindur. Summastaðni hevur tað verið yvir 40 metrar um sekundið og tað mesta, vit hava sæð, var í Skopum, har tað vóru 50 metrar um sekundið um fimm tíðina í morgun.

Í gjárkvøldið boðaði Landsverk frá, at tað eru so ring líkindi, at teir fóru ikki at senda fólk í fjøllini at salta og grava kava í morgun.

– Vit mugu seta trygdina hjá fólki í hásæti, sigur Mortan Olsen, leiðari á Veghaldinum hjá Landsverki

Hann sigur, at teir senda ikki fólk í fjøllini fyrrenn broddurin er farin av óveðrinum. Nær tað verður er óvist, tí hann sigur, at tað sær út til at tað verður at kalla sama veður nakað út á dagin.

Hann sigur eisini, at tað eru sera vánalig líkindi, tí umframt at tað er nógvur vindur, er tað eisini hált fleiri staðni. Og harafturat er nógv avfall við vátakava, serliga í hæddunum, og tað er jarðrok, so »tað er ikki tað mest ráðiliga at fara í bil í morgun«, sum hann málber seg.

Serliga ávarar Landsverk um, at tað eru vánalig koyrilíkindir um Gøtueiði, á Oyndarfjarðarvegnum, á Gjáarskarði, á Vestmannavegnum, um Sandavágsháls, á Oyggjarvegnum, um Norðadalsskarð, um Velbastasháls, á Syðradalsvegnum á Streymoynni og Brekkuni Stóru á Sandoynni.

Hann sigur, at nú tá ið tað lýsir fyri degi eftir klokkan níggju, og tey fáa tær feskastu verðurforsøgnina, verður aftur mett um støðuna.