Ongi úrslit

Landsstýrismaðurin vitjaði JFK

Í gjár var Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, í Klaksvík og vitjaði JFK.

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
9. juli kl. 19:35

Stjórin í JFK, Hanus Hansen, greiddi frá søguni og gongdini hjá felagnum.

Frá byrjanini í Barentshavinum til virksemi, sum í dag fevnir um flakatrolarar, rækjuskip, uppsjóvarskip, línuskip, partrolarar, flakavirki o.a.

Greitt var frá, at ætlanin við at gera mjøl og lýsi til matna umborð á Gadus hevur eydnast væl, og arbeitt verður nú við at at optimera hetta virksemi.

Landsstýrismaðurin segði seg fegnast um, at Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið stuðlar undir hesi menningartilgongd umvegis játtanina Fiskivinnuroyndir.

Høvi var eisini at hyggja seg um á Kósavirkinum, har tey gjørdu upsaportiónir til evropeiska marknaðin.

Greitt var eisini frá ætlanum um at nútímansgera partrolaraflotan, og víst varð á ymiskar avbjóðingar og ynski í hesum sambandi.

Landsstýrismaðurin takkaði fyri og vísti á, at hann leggur dent á at kunna seg um tað, sum rørir seg í vinnuni.

Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

9. juli kl. 18:25

Læknar hava svikað fyri milliardir

5. juli kl. 17:00

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

9. juli kl. 16:46

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

Í gjár kl. 09:30

Gjald áðrenn etið verður

6. juli kl. 11:55

Fyrrverandi føroyskur IDF-hermaður: Ísrael hevur onki val

7. juli kl. 13:00