Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, ið varðar av Vága Floghavn, luttók á aðalfundi hósdagin 18. juni. Hann avgjørdi at styrkja um fíggjarligu førleikarnar í nevndini, við at tilnevna Boga Bendtsen afturat verandi manning.
Tað skrivar løgmálaráðið í tíðindaskrivi.
"Vága Floghavn hevur ætlanir um at gera íløgur fyri 1.3 mia. kr. komandi árini. Hetta er ikki smávegis, men er neyðugt fyri at kunna menna tænastuvinnuna í Føroyum, soleiðis at vit hava fleiri bein at standa á í framtíðini.
Flogvøllurin skal útbyggjast til at kunna hýsa 1 millión árligum ferðandi, ið út frá einari hóvligari meting longu gerst veruleiki í 2040.
Bogi hevur nógvar royndir úr fíggjargeiranum og hevur í SEV arbeitt við stórum verkætlanum seinastu árini. Tí gleðist eg um, at hann hevur játtað ja til at sita í nevndini”, sigur landsstýrismaðurin.