Tað eru ongar ætlanir um at flyta heilsuskúlan í Suðuroy, av oynni. Tað staðfestir Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í undirvísingarmálum.
Tað er beinleiðis starvsfólkakreppa á eldraøkinum og í heimarøktini tí tað mangla starvsfólk í ólukkumát. Og tað er javnan, at fólk skylda upp á, at orsøkin til starvsfólkatrotið er, at skúlin er í Suðuroynni og at fólk fáast ikki at fara til Suðuroy at útbúgva seg til heilsuhjálpara og heilsurøktara.
Tí hendur tað seg eisini javnan, at røddir er frammi um at loysnin er at flyta skúlan norður um, tí so fara fólk at fáa sær útbúgving.
Nú hevur Súsanna Bertholdsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, spurt landsstýrismannin í undirvísingarmálum, um ætlanin er at flyta skúlan, og hvørjar ætlanir, sum annars eru við skúlanum.
Og landsstýrismaðurin ger greitt, at tað eru ongar ætlanir um at flyta skúlan.
– Heldur er ætlanin at styrkja skúlan og útbyggja tær skipanir, sum skúlin longu hevur, sigur Djóni Nolsøe Joensen.
Hann sigur, at her kann talan vera um at útbyggja og menna eina skipan, har næmingar kunnu vera eina viku í skúla og eina viku norðanfjørðs.
Súsanna Bertholdsen vil eisini hava at vita um tað er í lagi, at kommunur skipa sínar egnu útbúgvingar.
Landsstýrismaðurin sigur, at tað besta hevði verið, at kommunur og land lyftu í felag. Men hinvegin ásannar hann eisini, at tað ber ikki at forða fyri, at kommunurnar ganga sínar egnar leiðir. Hinvegin er tað eisini vanligt, at fyritøkur og stovnar førleikamenna starvsfólkini.
– Men tað skynsamasta er, at land og kommunur loysa hesa avbjóðing saman og finna felags loysnir, sigur Djóni Nolsøe Joensen.
Hann sigur, at fyri at fáa fleiri at útgúgva seg til heilsuhjálpara og heilsurøktara, er ætlanin, at tey skulu fáa løn undir útbúgvingini.
– Hetta krevur tó, at fleiri partar lyfta í felag. Her verður serliga hugsað um land og kommunur. Eitt miðvíst arbeiði er longu gjørt fyri at lýsa, hvussu ein slík skipan kann setast í verk.
– Næsta stigið er, at støða nú verður tikin til, hvør rætti leisturin er, og hvussu fíggingin kemur at hanga saman.
– Ein møguleiki kann verða at skipa útbúgvingarnar sum yrkisútbúgvingar, har løn og starvsvenjing er grundleggjandi partur av útbúgvingini.
Ein annar møguleiki er at skipa fyri førleikameting og vaksnamannaútbúgving á økinum, har tey, ið hava ávísar royndir, fáa løn meðan tey taka teir partarnar av útbúgvingini, sum tey mangla fyri at fáa fullan yrkisførleika.
Samgongan hevur eisini givið fleiri fakbólkum á umsorganarøkinum, eina serstaka lønarhækking og hetta er eisini ein liður í at fáa fleiri at velja útbúgvingarnar.
– Harafturat eru vit eisini nær við at finna eina loysn, ið kann tryggja, at lesandi á Heilsuskúlanum skulu fáa møguleikan at lesa víðari á Fróðskaparsetrinum, sigur Djóni Nolsøe Joensen.
– Hetta verður gjørt fyri at útbúgvingarnar ikki gerast ein blindvegur, men at tað fer at bera til at útbúgva seg víðari í Føroyum.
– Kannað verður eisini, um til ber at útvega næmingabústaðir tætt við Heilsuskúlan, leggur hann afturat.