Ongi úrslit

Landsstýrismaðurin hitt norska uttanríkisráðharran

Hetta er fyrstu ferð, at ein sínámillum fundur er millum starvsbrøðrurnar

Ragnar Sjúrðarson
18. februar kl. 21:09

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið: Landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, hitti í dag norska uttanríkisráðharran, Espen Barth Eide, í Oslo. Hetta er fyrstu ferð, at ein sínámillum fundur er millum starvsbrøðrurnar, hóast teir áður hava hitst og luttikið á fundum saman, m.a. í NATO høpi.

Á fundinum varð uttanríkis- og trygdarpolitiska støðan í heiminum umrødd, umframt felags avbjóðingar í Norðuratlantshavi og Arktis. Landsstýrismaðurin kunnaði somuleiðis um §6 nevndina, ið skal greiða spurningin um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í WTO, og um komandi formansskapin í Arktiska Ráðnum, sum Føroyar, Grønland og Danmark yvirtaka frá Noreg í mai. Eisini varð skift orð um tvílandaviðurskifti, herundir handil og fiskivinnu, og møguligt tættari samstarv á nettrygdarøkinum.

- Føroyar og Noreg hava felags áhugamál og avbjóðingar í Norðuratlantshavi og Arktis. Í hesum spentu rembingartíðum er tí umráðandi at styrkja samstarvið og varðveita eitt tætt samskifti við okkara grannalond, sigur landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum.

Mest lisið hesa vikuna

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at leggja avgjald á tóm hús

Í gjár kl. 11:00

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Grindedrabet som ingen lagde mærke til… indtil nu

Í gjár kl. 12:30

Fekk ljótar viðmerkingar um sína útsjónd

Í gjár kl. 21:40

Nú verður Suðuroyartunnilin aftur lagdur fyri Løgtingið - við broyttari vegaføring

25. november kl. 08:42