Landsstýrismaðurin á áhugaverdum tiltaki um línufiskiskap og fiskiveiðimøguleikar

Í næstum verða játtanir til vinnugransking og vinnu PhD verkætlanir lýstar leysar at søkja, har fokus er á virðisøking í fiskivinnuni

fisk.fo
7. november 2024 kl. 19:49

Sjókovin skipaði 6. november fyri tiltaki í Leirvík undir heitinum “Línufiskiskapur og fiskiveiðimøguleikar”, har ljós varð varpað á fiskiskapin hjá stállínuskipunum í bólki 3.

Á skránni vóru fýra framløgur.

Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum, bjóðaði vælkomin. Síðani hevði Magni Laksáfoss frá Sjókovanum framløgu um samanbering av fiskiskapinum hjá línuskipum á ymiskum leiðum. Petur Steingrund frá Havstovuni greiddi frá støðuni hjá fiskastovnunum út frá veiðidagbókunum hjá línuskipunum. Stefan í Skorini frá Føroya Reiðarafelag hugleiddi um NAFO samráðingar. Kristian Martin Petersen frá Felagnum Línuskip greiddi frá týdninginum av útlendskum fiskiveiðirættindum fyri línuskip. Dennis Holm, landsstýrismaður, dró samanum og greiddi frá ætlanunum hjá landsstýrinum.

Tað er altíð gott at hava tiltøk, sum varpa ljós á viðurskifti innan fiskivinnuna. Í Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum hava stovnsrøkt og burðardygg veiða høga raðfesting. Vit arbeiða við tí greiða málsetningi at fremja neyðug átøk fyri at fáa stovnarnar undir Føroyum at vaksa aftur, soleiðis at veiða undir Føroyum kann geva so stórt íkast sum til ber til reiðarí og manningar og til føroyska búskapin, sigur Dennis Holm.

Ein annar táttur er arbeiðið við gransking, menning og virðisøking, sum skal tryggja, at vit fáa so nógv sum til ber burturúr hvørjum fiski, sum verður veiddur. Í næstum verða játtanir til vinnugransking og vinnu PhD verkætlanir lýstar leysar at søkja, har fokus er á virðisøking í fiskivinnuni, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.

Eini 50 fólk vóru til tiltakið hjá Sjókovanum, sum var í Bátasavninum í Leirvík.