Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vitjaði fríggjadagin simulatorstøðina í Sørvági, sum er um at verða klár at taka í nýtslu.
Hetta skrivar heimasíðan hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.
Hans Erik G. Jakobsen, sum stendur á odda fyri Atlantic Airways Aviation Academy, greiddi frá bygningunum og simulatorinum, sum alt er gjørt júst til at geva flogskiparum best hugsandi venjingarumstøður.
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, greiddi frá, at tey hava ferðast heimin runt fyri at marknaðarføra nýggja simulatorin, og áhugin er sera stórur. Fyrstu avtalurnar eru longu gjørdar, og stórur partur av tøku simulatortímunum fyrsta árið eru bílagdir.
Atlantic Airways fór undir hesa risastóru verkætlan, tí tað gjørdist alsamt verri at sleppa framat tíðarhóskandi simulatorum til at bjóða føroyskum flogskiparum ta kravdu venjingina. Tey fóru tí at kanna, um vinnuligt grundarlag mundi vera fyri at gera eina nýggja venjingarstøð, bæði til Atlantic Airways og til altjóða marknaðin.
Føroyska flogfelagið er í sera góðari støðu, tí nýggja venjingarstøðin er í einum umhvørvi, og hjá einum felag, sum frammanundan hevur tær tyrlurnar, sum eru mest seldu tyrlur í heiminum, og flogfør, sum nógv onnur flogfeløg eisini brúka, umframt hotel og allar umstøður sum skulu til.
Uttanríkis- og vinnumálaráðnum skrivar at enda, at landsstýrismaðurin heldur hetta vera eina einastandandi og spennandi nýggja vitanarvinnu, og ynskir Atlantic Airways Aviation Accademy hepna hond og blíðan byr.