Niðurstøðan hjá landsstýrismálanevndini hjá løgtinginum í kærumáli um Ingilín Strøm er álvarsom fyri landsstýriskvinnuna.
Dagur og Vika segði seg í kvøld vita, at niðurstøðan hjá samdari landstýrsimálanevnd er, at Ingilín Strøm hevur sagt ósatt fyri løgtinginum og hevur harvið brotið lógina.
Tað gjørdi landsstýriskvinnan á løgtingsfundi tann 2. mai í ár, tá ið hon segði, at hon ongar ábendingar hevði um, at trupulleikar vóru við langtíðar haldførinum hjá Bústøðum. Hetta var í sambandi við uppskot um at loyva Bústøðum at læna meira pengar.
Frammanundan hevði Landsgrannskoðanin sett spurnartekin við júst langtíðar fíggjarstøðuna hjá Bústøðum.
Løgtingsmaðurin Jacob Vestergaard kærdi útsøgnina hjá Ingilín Strøm fyri landsstýrismálanevndina, sum nú hevur gjørt niðurstøðu. Hendan niðurstøða er ikki almenn enn, men Kringvarpið sigur seg vita, at landsstýrismálanevndin heldur, at landsstýriskvinnan hevur brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna.
Tað verður mett sum álvarsamt og kann kosta Ingilín Strøm landsstýrissessin.
Ingilín Strøm hevur fingið tvær vikur at svara niðurstøðuni hjá landsstýrismálanevndini, áðrenn nevndin skal staðfesta niðurstøðuna og almannakunngera hana.