Landsstýrið fylgdi meirlutanum í Løgtinginum

Hóast taqð hevur tikið ófatuliga langa tíð, so valdi landsstýrið at gera nýggjan sáttmála við russar - spurningurin er hvat russar vilja

Árni Gregersen
11. november 2023 kl. 12:41

Í gjár gjørdi landsstýrið av at fara til samráðingar við russar um nýggjan fiskivinnusáttmála fyri 2024.

Hetta hóast allir samgonguflokkarnir bæði undan valinum og í alt ár hava ført fram, at tey halda, at sáttmáli ikki skal gerast við russar fyri komandi ár.

Álopið hjá russum á grannalandið Ukraina og brotsgerðirnar í sambandi við stríðið er nevnt sum orsøkin, men tað vísir seg kortini nú, at tað er ein meirluti í Løgtinginum sum heldur, at tað eigur ikki at forða fyri einum fiskivinnusáttmála.

Tað sum vit ikki vita er um russar eru sinnaðir at gera nýggjan sáttmála og undir hvørjum treytum.

Tað sum stendur eftir er, at løgmaður – samgonguleiðarin – framvegis sigur, at hann og Javnaðarflokkurin sum heild, framvegis eru ímóti, at nýggjur sáttmáli verður gjørdur.

Russarasáttmálin hevur verið eitt politiskt stríðspunkt síðani álopið á Ukraina. Løgmaður segði í Degi og Viku at hann er noyddur at fylgja meirlutanum í parlamentarisku skipanini heldur enn at trýsta sína egnu hugsan ígjøgnum.

Spurningurin, sum helst verður vendur komandi vikurnar er helst, um løgmaður framvegis hevur parlamentariskan meirluta aftanfyri seg. Um støðan er broytt so nógv, at Løgtingið heldur, at tað er rætt at royna um løgmaður hevur álit í Løgtinginum.