Ongi úrslit

Landssjúkrahúsið fer niður í ferð

Nýggja omikron-frábrigdið er staðfest millum tey 25 starvsfólkini á á Landssjúkrahúsinum, sum eru smittaði seinastu dagarnar. Smittustøðan hevur nú við sær, at Landssjúkrahúsið setur nýggj tiltøk í verk

Tíðindaskriv
8. desember 2021 kl. 15:59

Beinanvegin í gjár vórðu skurðseingjarstovurnar G4 og A3 lagdar saman, og allar skurðviðgerðir, ið kunnu bíða, vórðu útsettar. Men fleiri inntriv eru neyðug fyri at tálma smittuspjaðingini.

Sjúkrahúsleiðslan hevur saman við depilsleiðslunum gjørt av, at G4 letur aftur fyri nýggjum sjúklingum umgangandi – uttan so at tað er bráðneyðugt. Tað merkir, at aðrar deildir á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi mugu hjálpa til.

Ávirkar alt virksemið á Landssjúkrahúsinum
Alt virksemið verður ávirkað hesa komandi vikuna, fyri at avmarka talið av sjúklingum, sum koma inn á sjúkrahúsið. Millum tiltøkini eru hesi:

• Har tað ber til, verða ambulantar viðtalur skipaðar sum telefonviðtalur. Annars verða tær útsettar.

• Avvarðandi skulu ikki koma á deildirnar uttan so, at heilt serligar umstøður tala fyri tí. Tað kann vera, tá støðan hjá sjúklingi er heilt álvarsom. Avtala skal tá gerast við deildina áðrenn.

• Eisini føðideildin letur aftur fyri vitjandi. Makin kann koma við til føðing. Barnakonur skulu koma sjálvar til ljósmóðirviðtalu og ultraljóð.

• Røntgendeildin ger bert akuttar kanningar hesa vikuna.

• Bert blóðroyndir, sum ikki kunnu bíða, skulu takast í Bláa ambulatoriinum.

Øll skulu brúka masku fyri nøs og munn
Smittustøðan hevur eisini við sær, at starvsfólkini mugu vísa serligt varsemi komandi tíðina. Sjúkrahúsleiðslan hevur saman við smittuverjufrøðinginum tikið avgerð um, at øll starvsfólk skulu vera í masku hesa næstu tíðina, tá ið tey eru saman við øðrum.

Framvegis er galdandi, at øll, sum koma á sjúkrahúsið, skulu vera í masku, og kunna vísa á koronupass.Sjúklingar, sum skulu til skurðviðgerð, skulu hava negativa test, sum ikki er eldri enn 72 tímar.

Nýggju tiltøkini koma í gildi beinanvegin, og eru fyribils galdandi í eina viku. Sagt verður frá, tá støðan broytist.

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Hetta kundi enda heilt galið á Argjum

2. oktober kl. 08:31

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

1. oktober kl. 09:09

Frá veteranum til nýggjar kreftir: Fimm starvsfólk seta dám á Formula

28. sepember kl. 11:31

Ræðuleiki í stýrhúsinum: Flogskipari stungin, meðan flogfarið fall 5.200 metrar

Í gjár kl. 19:27