Landssjúkrahúsið fær føðingardagsgávu frá Tórshavnar Býráð

Talan er um fýra listaverk

Heðin Mortensen, vinstrumegin, handar stjóranum á Landssjúkrahúsinum, gávuna
Áki Bertholden
1. mai 2024 kl. 15:45

Landssjúkrahúsið er 100 ár og í tí sambandi hava tey fingið eina gávu frá Tórshavnar Býráði.

Gávan er fýra listaverk eftir Astri Luihn, listakvinnu og Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevur handað stjóranum á Landssjúkrahúsinum, Steinari Eirikstoft, gávuna.

- Í 100 ár hevur Landsjúkrahúsið staðið, sum ein varði í Føroyum og í Tórshavnar kommunu, stendur í skreytblaðnum, sum fylgdi við gávuni

– Landssjúkrahúsið, og alt heilsuverkið, eru ein hornasteinur í vælferðarsamfelag okkara, stendur eisini á skreytblaðnum.

Hvønn dag, alt árið, eru tit til arbeiðis. Tit eru altíð tøk, og tit eru álitið, tá á stendur, ljóðar heilsanin frá Tórshavnar býráð til Landssjúkrahúsið.