Landsrætturin givið Tattoo Ole viðhald

Eystari landsrættur hevur nú tikið støðu í málinum um Tattoo Ole og útleigaranum

Bryndis Hjartardóttir
10. mars 2020 kl. 14:02

Majbritt Petersen og Tattoo Ole í Nyhavn hava í langa tíð ligið í stríði við útleigaran um at sleppa at halda fram við leigumálinum. Í dag kom Eystari landsrættur við síni niðurstøðu: Tattoo Ole skal sleppa at vera á staðnum.

Tattoo Ole er elsta tatoveringsstova í heiminum, og tað er Majbritt Petersen úr Havn, sum rekur hana.

Síðani á sumri 2017 hevur hon stríðst við útleigaran, sum eisini eigur matstovu í sama bygningi. Útleigarin vil siga leigumálið upp, so at matstovan kann byggja um, og millum annað flyta køkin niður í kjallaran, har Tatto Ole heldur til í dag.

Tað hevði havt við sær, at Tattoo Ole mátti flyta aftaná 136 ár í somu hølum.

Í apríl 2019 gav býarrætturin í Keypmannahavn Tattoo Ole viðhald, men dómurin varð kærdur. Nú hevur Eystari landsrættur so tikið støðu til málið og hevur staðfest dómin hjá býarrættinum.