Landsliðsvenjararnir sleppa at úttaka 26 leikarar til komandi HM

Vanligt er at hvørt land sleppur at úttaka 23 leikarar til HM. Men í novembur, tá HM-kappingin byrjar í Katar, sleppa londini at úttaka 26 leikarar

Her sæst venjarin hjá enska landsliðnum, Gareth Southgate, til eina landsliðsvenjing hjá Onglandi. (Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
24. juni 2022 kl. 14:10

Í gjár boðaði altjóða fótbóltssambandið (Fifa) frá, at til næstu HM-kapping, sum verður í vetur, sleppa luttakandi londini at hava ein størri hóp av leikarum við enn vanligt.

Vanligt er at hvørt land sleppur at úttaka 23 leikarar til HM. Men í novembur, tá HM-kappingin byrjar í Katar, sleppa londini at úttaka 26 leikarar.

Í fráboðanini hjá Fifa stendur sambært DR, at orsøkin til, at londini sleppa at úttaka ein breiddrið hóp er tíðarskeiðið, ið kappingin verður avhildin í. Hetta er hetta fyrstu ferð, at eitt HM í fótbólti verður hildið í hesum tíðarskeiðnum av árinum.

HM-kappingin verður í døgunum frá 21. novembur til og við 18. desembur. Sostatt er hetta mitt í fótbóltskappingarárinum. Ein onnur orsøk er ávirkanin, ið korona hevur havt á fótbóltskalendaran seinastu árini.

Haraftrat er avgerð tikin um, at landsliðsvenjarar kunnu úttaka upp til 55 leikarar til ein fyribilslista, sum so skal skerjast niður til 26 leikarar. Áður var hesin listin einans 35 leikarar.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at ein slík víðkan av hópinum verður gjørd til eina slíka kapping. Til EM í fjør var avgerð eisini tikin um, at víðka hóparnar frá 23 til 26 leikarar.