Landsliðsúttøka: Tveir nýggir á landsliðnum

Pætur Petersen og Andrass Johansen eru nýggir á landsliðnum hesa ferð til dystirnar móti Litava og Turkalandi

(Mynd: Hans Erik Danielsen/fsf.fo)
Sigurjón Einarsson
12. september 2022 kl. 10:30

Í dag kunngjørdi Håkan Ericson hópin til síðstu dystirnar í verandi UEFA Nations League kapping, sum eru á útivølli móti Litava, og á heimavølli móti Turkalandi.

Tvey málsskjúttin hjá HB í gjár, Pætur Petersen, er nýggjur maður á landsliðnum, og tað sama er Andrass Johansen úr B36.

Hetta hevur verið eitt sera blandað kappingarár hjá Pæturi. Frá at hava verið nógv á beinkinum í fyrru helvt av kappingini, so hevur nýggi HB-venjarin, Dalibor Savic, víst Pæturi álit, og Pætur hevur tikið av og er eisini byrjaður at skora nøkur mál eisini

Partvís nøgdur
Landsliðsvenjarin sigur, at hann er partvís nøgdur við hesa undankappingina.

– Enn er eitt sindur upp til tey bestu liðini, og vit hava enn trupulleikar, tá tey stóru landsliðini spæla upp til sítt besta, men koma lið hendavegin – og ikki taka okkum í álvara, so kunnu vit býta frá okkum. Tí haldi eg, at vit hava fleiri týdningarmiklar dystir í føroysku kappingini, sigur landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, til tíðindafundin í dag.

Turkaland er greitt oddalið í bólkinum við fullum stigatali, meðan Luksemborg er nummar tvey við sjey stigum. Føroyar eru á triðja plássi við fýra stigum, sum eru komin í skjáttuna eftir 2-1 sigur á heimavølli móti Litava, og javnleik 2-2 á útivølli móti Luksemborg. Samlaði málmunurin hjá Føroyum er 4-8. Aftast í bólkinum er Litava, ið framvegis hevur fyrstu stigini til góðar.

Hósdagin 22. september klokkan 19:45 spæla Litava og Føroyar á LFF Stadion í Vilnius, og sunnudagin 25. september, somuleiðis klokkan 19:45, spæla Føroyar og Turkaland á Tórsvølli.

Hópurin sær soleiðis út:

Málverjar:
Gunnar Nielsen, FH Hafnafjørður, Ísland
Teitur Matras Gestsson, HB
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36

Verjuspælarar:
Hørður Askham, HB
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Heini Vatnsdal, KÍ
Viljormur Davidsen, Helsingborg IF, Svøríki

Verjuspælarar/miðvallarar:
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Jákup B. Andreaen, KÍ
René Shaki Joensen, KÍ
Gilli Rólantsson Sørensen, Odds Ballklub, Noreg
Ári Mohr Jónsson, HB
Heðin Hansen, HB

Miðvallarar:
Hallur Hansson, KR Reykjavík, Ísland
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Andrass Johansen, B36
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen, Noreg
Hannes Agnarsson, B36
Mads Boe Mikkelsen, KÍ

Framherjar:
Jóan Símun Edmundsson, S.K. Beveren, Belgia
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Patrik Johannesen, Keflavík, Ísland
Pætur Petersen, HB