Tað ljóðaði í heyst, at Mads Bo Mikkelsen var á veg úr KÍ, tí hann vónaði at fáa møguleikan at royna seg uttanlands.
Nú hevur pípan fingið annað ljóð. KÍ boðar í kvøld frá, at felagið hevur skrivað nýggjan sáttmála við Mads Bo Mikkelsen, sum er galandi tvey tey næstu árini. Tað vil siga, at Mads Bo Mikkelsen fer at spæla við KÍ bæði í 2024 og 2025.
KÍ skrivar soleiðis í kvøld:
Mads er okkara í tvey ár afturat
Síðani 2022 hevur Mads Bo Mikkelsen verið bláur. Nú hevur hann longt við felagið.
Sum 22 ára gamal kom hann til felagið, og her hevur hann stórtrivist í bláa umhvørvinum.
Í eina tíð hevur verið óvist, hvagar leiðin gekk hjá Mads, men nú er tað greitt, at hann er okkara í tvey ár afturat.
Mads, sum hevur føroyska mammu, flutti til HB á sumri 2020 og var í felagnum fram til kappingarenda í 2021. Tá valdi hann, hóast tilboð úr m.a. Danmark, at spæla við KÍ, og má sigast, at her hevur hann trivist og ment seg enn meira sum leikara.
Sum leikari er Mads tekniskur, driblisterkur og ómetaliga skjótur. Hann dugir sera væl at seta viðleikarar í góðar støður og er sera vandamikil ein ímóti einum í álopsstøðu.
Vit í felagnum eru sera fegin um longda sáttmálan, og gleða vit okkum at síggja kvika, driblisterka nummar 6 í bláum búna í 2024 og 2025, skrivar KÍ í kvøld.
Sambært faroesoccer.com hevur Mads Bo Mikkelsen, sum 11. desember fylti 24 ár, spælt 58 dystir og skorað átta mál í bestu landskappingini. Hann hevur spælt 13 dystir og hevur skorað eitt mál í kappingini um løgmanssteypið 0g 22 dystir og skorað trý mál í europeiskum dystum.
Higartil hevur Mads Bo Mikkelsen spælt átta A-landsdystir og skorað eitt mál. Á U-21 landsliðnum spældi hann í síni tíð fimm dystir og skoraði eitt mál.